Oslo: Kjartan Hoydal hevur staði á odda fyri arbeiðnum hjá NEAFC-skrivstovuni og limalondunum móti ólógligu veiðuni í NEAFC-økinum – landnorðingspartinum av Atlanshavinum.
- At vit nú fáa upplýsningar um at seks trolarar eru á veg til upphøggingar, meðan aðrir verða hildnir aftur í NEAFC-havnum, vísir okkum at vit nú síggja úrslitini av arbeiðnum móti ólógligu veiðuni, sigur Kjartan Hoydal.
- Nýggja havnaeftirlitisskipanin sum NEAFC kom við 1. mei i bardaganum móti ólógligum, ikki skrásettum og ikki skipaðum fiskiskapi í norðurhøvum er ein týdningarmikil sigur móti piratunum, sigur norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen.
Væl nøgdur
- Vit eru sera væl nøgd við at teir fyrstu seks sjórænararnir eru á veg til upphøggingar. Upphøggingin loysir ein stóran trupulleika í Irmingarhavinum og hevur vakt ans nógva staðni, sigur Kjartan Hoydal. Tey hava fingið nógvar fyrispurningar um arbeiði seinastu dagarnar.
- NEAFC og limalond okkara síggja hetta sum eitt ógvuliga gott úrslit av tí svartalista vit hava havt í gongd síðan 2004. Vit kunnu vísa til sera góð úrslit av okkara arbeiði, sigur hann.
- Gjøgnum kanningar og innheintan av upplýsingum hevur NEAFC eitt umfatandi tilfar um svartlistaðu skipini og hvør stendur aftanfyri tey, sigur Kjartan Hoydal, og leggur afturat at vert er at merkja sær, at russiskir myndugleikar hava havt ein stóran leiklut í tí loysnini sum nú liggur á borðinum.
NEAFC hevur arbeitt við at fáa steðga virkseminum hjá trolarunum og ikki minst roynt at forða fyri at eigararnir halda fram við virkseminum.
- Tað er sera gott at vita at seks av trolarunum nú eru undir upphøgging, eftir at hava verið hildnir aftur í NEAFC-havnum. Harafturat vera níggju aðrir trolarar og frystiskip hildin aftur í NEAFC-havnum. Umframt at fimm onnur skip ikki longur eru í Norður-Atlantshavinum, sigur Hoydal.
Stórar mongdir
Tað hevur verið ringt at meta um hvussu stórar mongdir av kongafiski hesir ólógligu trolararnir hava fiska. Men kongafiskastovnurin í Irmingarhavinum hevur verið í minking, og roynt verður at avmarka veiðuna. NEAFC-londini hava sett eina kvotu, men eingin hevur vita hvussu nógv sjórænararnir hava fiska.
Ein lítil ábending um at mongdirnar eru stórar vísir ein kanning í Hong Kong, sum NEAFC bað um.
- Landingarnar hjá tveimum frystiskipum í Hong Kong, sum høvdu tikið fisk frá hesum skipum í fjør, vóru eftir kanningar hjá kinesiskum mynduleikum mettar til millum 10.000 og 11.000 tons í livandi vekt. Loyvda veiðan var umleið 60.000 tons, meðan hon í ár er 41.000 tons. So talan er um stórar mongdir, sigur Kjartan Hoydal.
-----------------
Skulu steðgast í havnunum
Skipanin sum NEAFC-londini innførdu 1. mei umfata limalondini, ið eru ES-londini, Russland, Ísland, Grønland, Norra og Føroyar. Fyri at eitt útlendsk skip skal kunna landa frystan fisk í eini havn í hesum londunum, mugu allir partar fylgja somu krøvum.
Tá eitt skip gevur boð um at tað skal inn at landa, so skal flagglandi (heimlandi há skipinum), staðfesta yvirfyri havnalandinum at:
- skipið hevur kvotu til at fiska
- at veiðan er skrásett og avrokna í kvoturokniskapinum hjá flagglandinum.
- at skipið hevur lov at fiska í økinum tað er í.
- at veiðuvirksemi passar við fylgissveinaupplýsningarnar hjá flagglandinum.
Um eitt ella fleiri av hesum punktum ikki kunnu staðfestast, so kann skipið ikki landa tann frysta fiskin.
---
---
Inflatión upp á 2200%
Afrikanska landið, Zimbabwe hevur í løtuni hægstu inflatiónina í heiminum. Við Mugabe við valdið er rímiliga sterka fíggjarstøðan hjá landinum farin í knús, og í dag liva umleið 80% av íbúgvunum í landinum undir fátækramarkinum. Inflatiiónin í Zimbabwe er tó á ongan hátt met. Undir sonevndu hyperinflatiónini í Týsklandi í 1929 vórðu prísirnir tvífaldaðir 49. hvønn tíma. Tað svarar til eina inflatión upp á 3.250.000%