Nei, Sif, ongin skylda liggur á tær at bjóða Norðurlanda-húsið fram til slíkan óflýggjaskap!

Í sjónvarpstíðindunum mánakvøldið sóu vit brot úr sjúkligari framførðslu, sokallaðum drag show, sum fráboðað varð, skal verða í Norðurlandahúsinum í summar.

 

Í hesum tíðindabrotinum varð stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, endurgivin fyri at siga, at hon sá tað vera eina skyldu hjá Norðurlandahúsinum at hýsa hesum sokallaða showi.

 

At showið verður fysiskipað í sambandi við LGBT eigur als ikki at undra. Tað váttar bert, á hvørjum ónáttúrligum støði hesin felagsskapurin virkar.

 

Men at stjórin í Norðurlandahúsinum skal halda tað verða sína skyldu at leggja hús til slíkan perversitet undrar almikið og krevur eina betri frágreiðing enn at kroysta tað inn undir mentan!

 

v. Miðflokkin: 

Jenis av Rana, floksformaður