Vit eiga eitt støðufast vinnulív, ið fáar aðrar kommunur kunnu samanbera seg við. Eitt fjølbroytt útboð av virksemistilboðum fyri likam og sál, so sum ítrótt, tónleik og samkomulív. Fólkatilfeingið er ríkt og fjølbroytt, og býurin eigur fleiri listafólk, ið seta sín dám á at skapa okkara mentan.
Hóast hetta ríka tilfeingi, so havi eg tað fatan, at vit ikki mugu gera eins og kinesararnir gjørdu á sinni,- múra okkum inni, við vanda fyri at enda sum minsta og primitivasta kommuna í landinum. Landspolitiskt verður arbeitt fyri at flyta fleiri og fleiri málsøki út á kommunurnar. Tá verða tær størstu kommunurnar tær sterkastu, og tað er ikki óhugsandi, at tær smáu tá verða tvingaðar í eina samanlegging.
Eitt málsøki, sum longu er lagt út til kommununar at umsita, er dagstovnaøkið, og tað er ikki óhugsandi, at málsøkini skúlamál og eldramál verða tey næstu økini, ið verða flutt út til kommunurnar at umsita. Hesi mál eru oftast tung fíggjarliga, og krevja lutfalsliga stóra fyrisiting eisini.
Eitt er givið, at tess størri kommunueindin er, tess lættari verður tað at skipa fyri stórum og áhugaverdum arbeiðsumhvørvum, sum er ein fortreyt fyri at fáa væl útbúgvin starvsfólk at støðast í nærumhvørvinum – ella kommununi.
Kommunusamalegging er ein styrki.
Set x við K.vinnur