Neistagentur kempaðu seg til sigurs

Fyrireikararnir siga, at Partille Cup er heimsins størsta hondbóltskapping og hon endaði við, at Neistin stóð eftir sum vinnari. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at eitt føroyskt lið vinnur hesa kappingina.

Í finaluni spældi Neistin ímóti danska liðnum Hjortshöj Egå IF og tað var ein serstakliga tættur, javnur og spennandi dystur, siga fyrireikararnir, nú kappingin er liðug.

Tað endaði við, at Neistin vann ein sera tepran 11-10 sigur, eftir 5-5 í hálvleikinum og har liðini skiftust um at verða á odda.

Tey siga, at gott verjuspæl og góðir málverjar vóru orsøkirnar til ein málfátækan dyst.

Men serliga endin í dystinum bleiv ómetaliga spennandi, tí tá ið 30 sekund vóru eftir, fekk danska liðið brostkast og javnaði til 10-10.

Samstundis fekk Neistin eina útvísing, men tá ið 12 sekund vóru eftir, fekk Neistin brotskast, sum varð sett í málið, so at Neistin vann 11-10 ? og nú eru tað lið úr 23 londum, sum hava vunnið hesa kapingina.