Neistakvinnur í góðum ráki

Neistin vann í dag 39-23 á grannunum úr Kyndli. Sostatt halda tær fast í toppinum í sunset-kappingini.

Dysturin byrjaði sera javnt, og Kyndil kom á odda 7-4. Neistin kom tó aftur og løgdu seg á odda. Hesa løtuna steðgaði málskjótingin púra upp hjá Kyndli. Tí fór Neistin til hálvleiks við einari tryggari leiðslu uppá 19-9.

Ferð á í seinna hálvleiki
Í byrjanini av seinna hálvleiki dróg Neistin veruliga frá, og tað byrjaði at líkjast einum skrædli. Álopsspælið hjá Kyndli var tilvildarligt, meðan Neistin vísti gott spæl. Tær broderaðu seg gjøgnum verjuna hjá kyndlakvinnum fer eftir fer. Tað var stuttligt at síggja flottu kombinatiónirnar i spælinum. Nicoleta Radu Hansen spældi ein rimmardyst og skoraði 15 mál.
Tað kom tó stígur í góða spælið hjá Neistanum. Tær fingu nógvar útvísingar, og hetta oyðilegði góðu rútmuna í spælinum.
Til endans gjørdist tó talan um stórsigur. Endaliga støðan gjørdist 39-23 til Neistan.
Sostatt styrkir Neistin um støðuna í oddinum, meðan Kyndil enn eina ferð misti stig.