Neistakvinnur vunnu ein knúsandi sigur á Kyndli

Neistakvinnur fingu fult stigatal fyri 20 dystir í fremstu kvinnudeildini.

 

Í dag vunnu neistakvinnur heili 33-18 á kyndilskvinnum. Støðan í steðginum varð 16-7 til Neistan, og neistakvinnur hava sostatt skrivað søgu við at fáa 40 stig fyri 20 dystir.

 

Neistin gjørdist einasta liðið, sum hevur ein plussmálmun aftaná teir 20 dystirnar, øll hini liðini hava ein minus málmun.

 

Neistin og Kyndil møtast í FM-finaluni, hósdagin og leygardagin í komandi viku. Ein møgulig triðja FM finala verður spæld sunnudagin í næstu viku.

 

Norðuri í Klaksvík vann VÍF/Tjaldur 21-20 á Stjørnuni. Støðan í steðginum varð 13-10 til Stjørnuna. Tá 51 minuttir vóru farnir varð Stjørnan á odda 19-16, men VÍF/Tjaldur hevði ein megnar endaspurt.

 

Endaliga støðan í fremstu kvinnudeildini :

 

 

1 Neistin 20 dystir 40 stig

2 Kyndil 20 dystir 23 stig

-----------------------------------------

3 VÍF/Tjaldur 20 dystir 21 stig

4 StÍF 20 dystir 14 stig

5 VB 20 dystir 13 stig

6 Stjørnan 20 dystir 9 stig