Kyndil lá og lúrdi allan dystin, men Neistin helt fast í teprari leiðslu og vann dystin 29-27 eftir javnleik 15-15 í hálvleikinum.
Neistin kom væl betur frá byrjan og legði seg á odda 4-1 áðrenn fimm minuttir vóru farnir. Tær úr Kyndli fullu tó als ikki í fátt og minkaðu niður í 5-4. Álopsspælið hjá Neistanum steðgaði meiri og meiri upp sum hálvleikurin leið, og við góðum mótálopum helt Kyndil seg inni í dystinum allatíðina, og í seinasta skotinum í fyrra hálvleiki javnaðu tær til hálvleiksstøðuna 15-15.
Kyndil legði seg á odda á fyrsta sinni í dystinum tíðliga í seinna hálvleiki, men tær úr Neistanum svaraðu beinanvegin aftur og serliga við góðum innspæli til strikuna, vunnu tær sær eina trygga leiðslu. Kyndil var tó um at vinna seg inn aftur í dystin og lá leingi og lúrdi við bara einum máli aftanfyri, men Neistin megnaði at halda fast og vinna dystin 29-27.
Harvið styrkir Neistin um oddastøðu sína og hevur 28 stig, heili seks stig frammanfyri Stjørnuna á 2. plássi. Við ósigrinum verður Kyndil verandi á 5. plássi.