Neistakvinnurnar høvdu trupulleikar

Hondbóltur: Í avgerandi løtunum gjørdu Inga Danberg og Mildrið Jacobsen munin

1. deild kvinnur:

Stjørnan-Neistin 20-23 (7-10)


Neistin hevði tað ikki lætt, tá liðið tók dystin upp við botnliðið Stjørnuna leygardagin.

Klaksvíkskvinnur vóru á heimavølli fyri fyrstu ferð í ár, og tær vístu, at verða ikki lættar at taka í Klaksvík.

Stjørnan legði betri fyri og fór fram um 5-2. Men so steðgaði liðið upp, og seinnu 22 minuttirnar av fyrra hálvleiki gjørdu tær ikki meira enn tvey mál.

Tað var at tá alt kom til alt hesin parturin av dystinum, sum gjørdist munurin millum liðini.

Neistin fór frá 2-5 til 7-2 og í hálvleikinum vóru gestirnir frammanfyri 10-7.

Í seinna hálvleiki royndi Stjørnan at koma fyri seg aftur, og tað eydnaðist eisini ? partvís.

Tær vóru fleiri ferðir við at fáa Neistan aftur, men í avgerandi løtunum gjørdu Inga Danberg og serliga Mildrið Jacobsen munin.

Mildrið gjørdi seks mál, og tá Stjørnan setti Rannvu Andreasen at mansverja Ingu Danberg, gjørdist Mildrið meiri sentral og við góðum skotum var hon við til at tryggja Neistanum munin, sum hevði við sær sigurin og tvey stig afturat.


Breiddin ikki tann sama

Stjørnan stríddist væl í seinna hálvleiki, men Neistin hevði allatíðina munin, og vann eisini uppiborið.

Neistaliðið er ikki tað sama, sum tað var í fjør, og liðið líður nakað undir at fleiri stuðulsspælarar eru givnir í senn, men liðið hevur framvegis so stóra breidd, at tað hoyrir heima í oddinum.

Stóra uppgávan hjá liðnum verður ivaleyst, tá hitt havnaliðið skal vinnast í grannadysti, sum verður 19. november.

Stjørnan hevur ikki fingið nakað stig enn, men halda tær fram um frálíka innsatsin móti Neistanum, gongur tað ikki long tíð áðrenn liðið hevur fingið fyrstu stigini.

Næstu ferð skal Stjørnan spæla móti GÍ, og tað verður dysturin millum liðini, sum higartil einki stig hava fingið í kappingini higartil í ár.