TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Jónleif Sólsker, venjara hjá neistamonnum aftaná 23-30 tapið hjá Neistanum ímóti Kyndli.
Jónleif er serliga harmur um vánaliga verjuspælið hjá sínum monnum, og hann heldur tað hoyrir ongastaðni heima, at David Edvardsen sleppur at skjóta 11 mál ímóti teimum í kvøld.
Jónleif heldur ikki, at stigatalvan lýgur, men hann ætlar at hansara menn skulu finna spælagleðina aftur, og koma aftur á slóðina, og hann heldur, at enn er tíð at rætta uppá støðuna.