Tað er eingin, sum stendur Neistanum kurl.
Liðið hevur bara mist eitt stig í hesum kappingarárinum.
Leygardagin royndu kollfirðingar, sum eru nummar tvey, aftur at steðga oddaliðnum, men tað eydnaðist ikki.
Tað krevur nógv at vinna aftur og aftur. Tað er torført at vera í leiklutinum sum favorittur hvørjaferð, meðan mótstøðuliðini spæla við fullari megi, tí oddaliðið skal koppast. Men tað vísir seg ikki at vera nakar trupulleiki hjá Neistanum, hóast Ingi Olsen, venjari, viðgekk fyri Kringvarpinum í gjár, at tað er torført at seta sínar leikarar upp.
- Vit eru átta stig framman fyri nummar tvey. Tað er torført at vera spentur til landskappingardystir sum til avgerandi dystir, har nakað veruliga stendur upp á spæl. Vit hava meira ella minni tryggja okkum finaluplássið, og tað er ringt at vera motiveraður, sigur Ingi Olsen.
Neistin vann 31-28 á KÍF.
Liðini eru væl fyri
Neistin hevur besta liðið í landinum. Heini Hanusarsson, Finnur Hansson, Jugoslav Djumic, Áki Mørk, David Edvardsen, umframt fleiri aðrar, borga fyri góðsku. Men fyrimunurin, sum Neistin og KÍF hava framum hini liðini, er kropsliga venjingin.
Bæði liðini eru ómetaliga væl fyri og kunnu spæla fyri fullari megi í ein samfullan tíma. Tað eru hini liðini ikki eins væl før fyri.
KÍF gav mótstøðu
Tað var Neistin, sum streyk avstað í fyrstu atløgu leygardagin, hóast KÍF ongantíð lat heimaliðið sleppa undan. Neistin var á odda við trimum málum í steðginum.
Kollfirðingar settu vertirnar undir trýst í seinna hálvleiki, men Neistin helt høvdið kalt og varðveitti sína leiðslu.
Finnur Hansson, sum skeyt seks av málunum hjá Neistanum, varð útvístur í seinasta minuttinum. Hann verður tí ikki tøkur, tá fyrra hálvfinalan móti VÍF skal avgreiðast týskvøldið.
Jugoslav Djumic, Neistin, var toppskjútti við sjey málum.