Neistin fer avstað

Ikki óvæntað hava føroyameistararnir í Neistanum fingið bestu byrjanina í Sunset-kappingini hjá kvinnum, og hesa ferð stóð Stjørnan fyri skotum

Undan vikuskiftinum varð tosað um, at kvinnudysturin í Klaksvík var ein styrkiroynd, og so var eisini. Og helst fekk hann eisini ta vend og tað úrslit, tey flestu høvdu roknað við.
Kvinnurnar hjá Neistanum, sum endaðu ovast av øllum síðsta vetur, eru ikki viknaðar nevnivert, meðan tað sær út til at vera støðan hjá øllum teimum liðunum, ið skuldu verið avbjóðarar, nú kappingin aftur er farin í gongd.
Eitt av hesum liðum er Stjørnan, sum sunnudagin tók ímóti Neistanum, men mátti lúta – helst, tí kreftirnar ikki rukku og venjingarstøðan ikki var so góð sum hjá gestunum.
Mitt í fyrra hálvleiki hevði Neistin hug at fara avstað, men Stjørnan hálaði tað mista innaftur og fekk javnað beint fyri steðgin.
Men tá so Neistin mestsum beinanvegin í seinna hálvleiki setti ferð á, kláraði Stjørnan ikki at fylgja við meira, og tað endaði við einum sannførandi sigri, tí Neistin vann við 10 málum.
Spurningurin er so, um nakað av hinum liðunum kann metast sum ein sterkari avbjóðari, tí Stjørnan tapti á útivølli við einum máli fyri VB, og enn hevur Tjaldur ongan dyst spælt, men er viknað minst líka nógv sum hini.
Enn kann tó nógv henda, men nú kappingin er farin í gongd, eru tað altso kvinnurnar hjá Neistanum, ið eru komnar nógv best frá byrjan við tveimum greiðum sigrum.