Neistin fer ígongd

Sum vit skrivaðu í seinastu viku, so arbeiddu kreftir í Neistanum við eini ætlan, har felagið skal byggja egna hondbóltshøll við Landavegin.
Eftir at áhugafelagið í longri tíð hevur arbeitt við ætlanunum, var málið nú komið somikið langt, at hetta varð lagt fyri aðalfundin at taka støðu til.
Eykaaðalfundur varð hildin sunnudagin, og her var breið undirtøka fyri, at tað skal arbeiðast víðari við projektinum.
Tað vil ikki siga, at talan er um nakra endaliga góðkenning frá limunum, men meira ein tilsøgn um, at nevndin kann arbeiða víðari við málinum. Soleiðis verður farið undir at gera eitt at kalla skitsu-projekt, har ein kostnaðarmeting samstundis verður gjørd.
Tosað hevur verið um eitt projekt áleið 18 mió kr., og arbeiðið frameftir fer so at staðfesta, um hetta er ein upphædd, sum hevur samband við veruleikan, ella um ætlanin skal leggjast á hillina.
Tá úrslitið av hesum er greitt, verður málið lagt fyri nýggjan aðalfund til støðutakan.
42 fólk vóru møtt á eykaaðalfundin hesaferð. Av teimum atkvøddu 41 fyri uppskotinum. Ein atkvøða var blonk.