Áhugaverdasti dysturin hetta vikuskiftið verður óivað í Havn millum StÍF og Neistan. Hesi liðini møttust í steypafinaluni seinasta vikuskiftið, og tá var StÍF sum kunnugt við yvirlutan. Nú hevur Neistin so møguleikan at hevna hetta tapið.
Tað er eisini neyðugt hjá Neistanum at fáa tvey stig, um havnarliðið skal megna at halda fast um trýstið á VÍF, ið liggur fremst. Neistin skal í roynd og veru vinna allar sínar dystir og fáa hjálp frá øðrum liðum, um tað skal eydnast at vinna FM-heitið.
StÍF hevur silvurmerkini at spæla fyri. Um tað eydnast at vinna enn einaferð á Neistanum er dysturin um silvurið púra opin. Lítil ivi man vera um, at Neistin fegin vil prógva, at teir kunnu vinna á strandingum.
Neistin er hesuferð uttan John Petersen, ið er á venjingarlegu við fótbóltslandsliðnum, og tað er ein stórur missur.
Kvinnuliðið hjá Neistanum skal eisini taka ímóti StÍF. Neistin dyrgir eftir bronsumerkjunum, meðan StÍF roynir at bjarga sær undan niðurflyting.
StÍF vann í vikuni móti Kyndli í Havn, so tær hava prógvað, at tær kunnu bíta frá sær, men Neistin er stórfavorittur undan dystinum.
Í Klaksvík møtast Stjørnan og VB. Bara tvey stig eru ímillum liðini, so hetta er ein gyltur møguleiki hjá VB at taka seg inn á Stjørnuna. Tað verður óivað annað av hesum liðunum, ið fer avstað við silvurmerkjunum.
Stjørnan skal vinna fyri at hava møguleikan at hótta VÍF, men um tær ikki vinna henda dystin, er meistaraheitið avgjørt.