Nistin-StÍF 22-20 (9-9)
Mótrákið hevur verið sjónligt hjá Neistanum, og tá tað eftir fyrstu lítlu løtuna stóð 1-6 á máltalvuni, stóð einki til.
Eitt time-out vendi tó dystargongdini, og eftir hetta var Neistin fyri tað nógva omaná.
Móti dystarenda sníkti StÍF seg tó aftur framum, men so stóð púra stilt hjá gestunum, og Neistin kundi við trimum málum á rað vissa sær stigini.
Besti málskjúttin hjá Neistanum var Nicoleta Radu Hansen við fimm málum. Rebekka Justinussen skoraði 7 ferðir fyri StÍF.