Neistin vann í Vági

Munurin millum liðini kom veruliga til sjóndar seinastu løtuna av fyrra hálvleiki. VB byrjaði annars væl, og tær vóru á odda fyrsta góða korterið, men seinastu løtuna undan steðginum stakk Neistin avstað.

Og tann munin vunnu tær á heimaliðnum ongan tíð aftur. Neistin helt dystinum í einum jarntaki, og so munaði lítið, at VB átti seinastu trý málini í dystinum.

Besti málskjúttin hjá VB var Sára Samuelsen, sum skeyt seks mál. Tað gjørdu Jacklin Durhuus og Rakul Augustinussen eisini fyri Neistan.

 

Neistin-H71 21-25 (11-14)