Nelson Mandela og føroyingar

Allur heimurin fagnaði tí svarta frælsisstríðsmanninum, tá hann var latin leysur fyri 10 árum síðani. Øll, sum høvdu møguleika fyri tí, sótu framman fyri skíggjan, tá Nelson Mandela trein út úr fangatippinum.

 

Hann varð jú vorðin ein av okkara. Hvørt mansbarn hevði hoyrt um hann ótaldar ferðir. Øll, sum vóru tilvitandi um fólkaræði og mannarættindi, høvdu annaðhvørt verið við til tiltøk til frama fyri ANC og Mandela ella boykottað suðurafrikanskar vørur. Vit kunnu siga, at stórur partur av heiminum stríddist fyri at fáa apartheidskipanina burturbeinda. Henda stýrisskipanin gav tí hvíta minnilutanum í Suðurafrika valdið, samstundis sum tey svørtu vóru við skerdan lut, og vístir til »heimlond« síni

Hvíti minnilutin kúgaði svarta meirilutan. Ofta við harðari hond. Massakran í Sharpwille er bara eitt dømi um, hvussu tey svørtu vóru skotin niður. Stórur partur av heiminum fordømdi stjórnina í Suðurafrika, men tað vóru lond og pollitikarar, sum tagdu. Kortini vóru tað politikarar og bløð, sum ikki tagdu. Tvørturímóti fekk stjórnin og »táverandi Suðurafrika« stuðul og herðaklapp frá okkara heimliga Dagblað, málgagni Fólkafloksins. Dagblaðið og blaðstjóri tess bart út ávaraðu ímóti blóðbaði tann dag, svarti meirilutin fekk valdið. Fólkaflokkurin mótmælti ikki.


Hetjur, sum stríddust ímóti apartheidskipanini ogh fyri fólkaræði, vórðu hunddálkað og hildin fyri gjørldur. Hvør minni ikki speirekandi orðini um Desmond Tutu, biskupp, tá hann ferðaðist í Norðurlondum fyri at fáa stuðul til stríðið ímóti rasuskilnaðinum. Og føroyingar, sum skipaðu fyri stuðulstiltøkunum, fingu somu viðferð. Men hetta stríð bar við sær, at Mandela varð latin leysur, eftir at hava sitið í fongsli í 27 ár. Fólkaítakið kring alt Evropa gjørdi, at apartheidskipanin at enda mátti dvína - men einki blóðbað hevur sermerkt Suðurafrika, síðani svarti meirilutin fekk vanlig mannarættindi, og fólkaræaði varð skipað!!!


Nú leggur Nelson Mandela frá sær, og í hesum døgum er hann á takkarferð í Norðurlondum. Vit kunnu ikki annað enn fegnast um, at Føroya løgmaður sleppur at vera við til almenna hátíðarhaldið í Danmark. Men tað kann ikki skírast annað enn lagnunnar speisemi, at tað er oddamaður Fólkafloksins, sum verður við í heiðursgildinum fyri Nelson Mandela. Sosialurin ynskir Nelson Mandela hjartaliga vælkomnan til Norðurlond, sum vóru heitastu stuðlar hjá ANC og Mandela øll tey árini, hesi stríddust harðast ímóti hvíta aparteidstýrinum.