Umsetningurin hjá NEMA samtakinum minkaði við 20 milliónum krónum í fjør, og hallið var góðar 11 milliónir krónur. Hetta hall var tó minni enn fyri tveimum árum síðani. NEMA samtakið umfatar Senta, City, Casa, Kvasir, Sendistovuna og Atlantstøkni.
Business Line skrivar, at umsetningurin hjá NEMA minkaði úr 161 mió krónum í 2008 niður í 141 mió kr. í 2009. Afturgongdin sæst serliga aftur í móðurfelagnum og á Sendistovuni, meðan umsetningurin hjá Atlanstøkni hevur verið støðugur.
Bruttovinningurin í samtakinum var í farna ári 44,4 mió kr. Hetta er ein minking uppá 7,7 mió. kr í mun til 2008, skrivar Business Line.
Leiðslan sigur í síni ársfrágreiðing, at arbeitt verður áhaldandi at optimera rakstur og mannagongdir, samstundis sum fokus er á hávinningsøkir, vakstrarøkir og nýggjar møguleikar.
Úrslitið á botnlinjuni eftir skatt gjørdist eitt hall upp á 11,6 mió krónur í fjør. Í 2008 var hallið 15,8 mió. krónur.