Nemus stóð royndirnar

Nemus Napoleon Djurhuus stóð bæði teori- og koyriroyndina og hevur frá hesum degi fingið koyrikort.

 

Í samrøðu við Vikublaðið greiddi hann frá, at av tí at hann ynskti sær eitt annað starv, var neyðugt hjá honum at taka koyrikortið.

 

Hóast hann fylti 61 ár í gjár, hevur havnamaðurin ongantíð havt koyrikort, tí tað hevur hann snøgt sagt ikki havt fyri neyðini. Hann hevur búð alt sítt lív í miðbýnum í Havn og um hann onkuntíð skuldi havt tørv á at fara ein longri túr ella okkurtskuldi koyrast, so var altíð onkur annar, sum hevði koyrikort og kundi hjálpa.

 

- Eg eri ómetaliga væl móttikin av unga fólkinum, tey eru sjálvandi flestu um 17 ára aldur í koyriskúlanum hjá Benny. Ótrúliga fryntlig og fitt eru tey øll somul, segði Nemus við Vikublaðið.

 

 

- Eg havi tó ongar ætlanir um at gerast bilførari burturav. Endamálið er at gera tað lættari at fáa eitt arbeiði, men annars ætli eg mær at ganga. Eg búgvi enn í miðbýnum, hví skal eg fara at liggja í bilinum og koyra runt nú, spurdi Nemus Napoleon Djurhuus.

 

Blits ynskir Nemusi hjartaliga til lukku við koyrikortinum og góða eydnu við starvsleitanini.