Tað var við manér, at runavíkingar kundu halda sína ársveitslu leygarkvøldið. Við gullmerkjunum fyri avrikið hjá liðnum í Formula-deildini var sjálvsagt, at veitslan gjørdist stór. Men hon gjørdist nú ikki minni eftir úrslitið av atkvøðugreiðsluni millum spælarar, venjarar og fjølmiðlafólk, tá bestu fótbóltsfólkini á árinum skuldu kjósast.
Tí har stóð nevnliga NSÍ á tí allar mesta á manssíðuni. Gaman í áttu teir ikki besta málskjúttin, men tað var so eisini tað. Ársins málverja, venjarar, stjørnuskot og spælara áttu runavíkingarnir, sum hartil eisini fingu heiðurin sum best spælandi fótbóltsliðið í landinum.
Genturnar fingu bóltar
Best spælandi liðið er serstakur heiður, sum verður latin við kappingarlok. Gjøgnum alt árið letur Sosialurin bóltar fyri avrikini, sum ymsu liðini sýna á vøllinum. Soleiðis fær hvørt liðið millum ein og seks bóltar eftir hvønn dyst, og tó at uttan iva altíð kann diskuterast, hvussu nógvir bóltar skulu gevast ,so man heildarmetingin eftir 27 umfør vera soleiðis á eini leið.
Og her hevði NSÍ so eisini munin niður til EB/Streym, B36 og HB. Úrslitið varð, at NSÍ vann eitt sett av bóltum, sum Formula-spælararnir so skuldu geva víðari til eitt av yngru liðum felagsins. Spælararnir hjá NSÍ høvdu tosað saman um hetta, og úrslitið hjá teimum varð, at gentur 10-12 ár fingu hvør sín bólt.
Og so tók NSÍ annars bara ein heiður í senn, sum verturin á Rás2 so beinrakið tók til. Jens Martin Knudsen varð kosin ársins málverji. Jóhan Nielsen fekk heiðurin sum ársins venjari. Bogi Løkin varð kosin at vera ársins stjørnuskot, og tá ársins spælari skuldi finnast, varð tað Nenad Stankovic, sum átti hendan heiðurin.
KÍ við nógvum
Hjá kvinnunum var tað eisini meistaraliðið, sum stóð á tí nógva. Men hóast KÍ aftur hesa ferð tók sítt, so fingu tær ikki alt kortini. B36-venjarin, Allan Dybzak, tók nevnliga sín part av køkuni, eins og Rósa Magnussen hjá GÍ gjørdi tað, tá ársins stjørnuskot skuldi kjósast.
Besta spælaran, toppskjúttan og besta málverjan átti KÍ tó, og tað er nú kanska heldur ikki so løgið, tá hugsað verður um, at hetta var áttanda árið á rað, at KÍ-kvinnurnar eru føroyameistarar.