Nephew stuðla Fountain House Føroyar

Í februar fara stigtakararnir handan Fountain House Føroyar at skipa fyri stuðulskonsert, og nú er greitt, at eisini Nephew fara at stuðla hesum átaki við at spæla hetta kvøldið.

 

 

Eitt tað størsta navni í Danmark, Nephew, hevur lovað at hyggja framvið, tá teir eru lidnir at spæla í Albertsund og at seta ferð á veitsluna við nøkrum løgum.

 

-Tað er við gleði, at vit í dag avdúka, at Nephew eisini fara at spæla 16. februar á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn, skriva fyrireikarar á Facebook.

 

Oddamaðurin hjá Nephew, Simon Kvamm, hevur eisini eina heilsan til føroyingar:

 

"Nephew og jeg personligt har meget tætte bånd til Færøerne. Min farfar var færing (deraf Kvamm) og Nephew har spillet nogle af vores mest mindeværdige koncerter på den lille strand til G! Festival i Gøtu. En scene vi delte med en række færøske musikere, blandt andre Rasmus Rasmussen. At netop han i efteråret valgte at tage sit eget liv pga manglende psykiatrisk behandling efter den ubehagelige hatecrime, han var udsat for i 2006, gør os voldsomt kede af det. Og det giver os en fornemmelse af, at de gode folk bag Fountain House Føroyar har gang i noget rigtigt. Og derfor kigger vi forbi Nordatlantens Brygge 16/2, når vi er færdige med vores koncert på Forbrændingen i Albertslund - Simon Kvamm”

 

Hetta merkir, at endaliga skráin er: Nephew, Annika Hoydal, Simon Von Konoy, Tóroddur Poulsen, Marius og Steso.