TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við venjarin hjá Fleyr, Kristian Mikkelsen aftaná Fleyr hevði tapt gylta settið 15-17 ímóti SÍ. Áðrenn tað hevði Fleyr vunnið seinnu FM-finaluna 3-0.
Kristian Mikkelsen staðfestir, at talan er um eitt kompleks, og talan er eisini um ringar nervar hjá hansara spælarum í tí avgerandi gylta settinum.
Mistøk, sum ikki vóru gjørd undan gylta settinum vóru gjørd í tí alt avgerandi settinum, og tað kostaði Fleyr dýrt. Menn gjørdu mistøk, sum 14 ára gamlir flogbóltsspælarar plaga at gera, greiðir Kristian Mikkelsen frá í samrøðuni.