Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, og andstøðuleiðarin Benny Gantz eru eftir tingingar í fleiri dagar samdir um at skipa kreppustjórn.
Tað upplýsa teir í felags boðum sambært ísraelska blaðnum Times of Israel og bretska BBC.
Nýggja stjórnin skal taka yvir stjórnarsamstarvið frá sitandi høgravendu stjórn, sum hevur verið við valdið síðani síðst í desember í 2022.
Avgerðin um at skipa eina kreppustjórn, sum fer tvørtur um politisku miðjuna, er tikin sum úrslit av álopinum hjá hernaðarligu Hamas rørsluni. Hamas hevur valdið í Gaza.
Gaza er síðani leygardagin bumbað av ísraelska flogvápninum, og Benjamin Netanyahu heur boðað frá kríggi ímóti rørsluni.
Kreppustjórnin fevnir um Tjóðskaparliga Eindarflokkin hjá Benny Gantz, men fyribils er Yari Lapid, sum er formaður í hinum andstøðuflokkinum, Yesh Atid, ikki við.
Sambært Times og Israel hevur Yair Lapid, sum var forsætisráðharri í Ísrael eitt stutt skifti í 2022, víst aftur at koma við í kreppustjórnina, um høgravendu flokkarnir Átrúaðarlig Zionisma og Jødiskt Vald ikki verða koyrdir úr stjórnini.
Teir báðir flokkarnir eru í stjórnini, sum Benjamin Netanyahu higartil heur staðið á odda fyri.
/ritzau/