Netanyahu sigur seg ætla frið

Benjamin Netanyahu, sum er formaður í Likudflokkinum í Ísrael, sigur nú, at verður hann forsætisráðharri aftan á valið, fer hann halda fram við friðarsamráðingunum við palestinar.

Sambært blaðnum Ha'arets skal Netanyahu hava sagt hetta á einum fundi við fyrrverandi bretska forsætisráðharran Tony Blair, sum nú arbeiðir sum sendimaður hjá teirri sokallaðu Miðeysturkvartettini. Netanyahu hevur annars borið orð fyri at vera ímóti friðarroyndunum, og talsmaður hansara segði fyri stuttum, at royndirnar at fáa frið við palestinar vóru miseydnaðar, og at tað var eingin orsøk til at halda fram við teimum.

Tjóðartingsval verður í Ísrael í februar, og meiningakanningar vísa, at tað fer at standa á jøvnum millum Tzipi Livni, sum hevur staðið á odda fyri friðarsamráðingunum hjá núverandi stjórnini, og Benjamin Netanyahu.

Tzipi Livni, sum hevur verið uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Ehud Olmert, hitti fyrradagin palestinska forsetan, Mahmoud Abbas. Aftan á fundin søgdu tey bæði, at friðarsamráðingarnar halda fram aftan á nýggjár.