- Høvdu hesir drápsmenn verið førir fyri at gjørt meira, høvdu teir beint fyri okkum øllum, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu í dag

Benjamin Netanyahu: - Stríðið er ikki av

- Ísrael vil røkka øllum sínum málum í Gazageiranum, og stríðið er ikki av, hvørki her ella aðrastaðni í økinum

- Høvdu hesir drápsmenn verið førir fyri at gjørt meira, høvdu teir beint fyri okkum øllum, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu í dag

Hetta segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, á einum haldi fyri falnum ísraelskum herfólki í Jerusalem í dag.

 

Í røðuni vísti hann eisini aftur, at Ísrael hevur framt fólkamorð móti palestinska fólkinum í Gazageiranum.

 

- Fyri tveimum árum síðan høvdu vit eina skakandi uppliving av fólkamorði. Eg tosi ikki um eitt "fiktivt" fólkamorð, sum antisemitistiska samansvørjingin leggur okkum undir.

 

Benjamin Netanyahu vísti til ógvusliga Hamas-álopið á Ísrael fyri stívliga tveimum árum síðan.

 

- Høvdu hesir drápsmenn verið førir fyri at gjørt meira, høvdu teir beint fyri okkum øllum. Hetta var tað veruliga fólkamorðið, segði ísraelski forsætisráðharrin.

 

Sambært Benjamin Netanyahu ávaraði Hamas-álopið Ísrael um, hvørji málini hjá iransku stjórnini og tess yvirgangsgreinum eru, nevniliga at kvala Ísrael til deyða.

 

- Men, okkara fíggindar roknaðu ikki við einum, nevniliga okkara styrki. Vit reistu okkum sum ein persónur og fluttu bardan inn í økið hjá fíggindanum.

 

Átta ísraelskar hernaðarstøðir, fleiri kibbutsir og ein tónleikafestivalur vórðu álopin hin 7. oktober í 2023.

 

- 305 herfólk, 58 løgreglufólk, tíggju heryvirmenn í ísraelsku trygdartænastuni og 695 sivilfólk vórðu dripin í álopinum, segði Benjamin Netanyahu.

 

Hann legði aftrat, at haraftrat vórðu 251 sivilfólk og herfólk tikin við inn í Gazageiran sum gislar.

 

- Stríðið er ikki liðugt, men eitt er greitt í dag: Øll, sum lyfta hondina móti okkum, vita, at tey noyðast at gjalda ein ógvuliga høgan prís, segði ísraelski forsætisráðharrin.

 

Benjamin Netanyahu legði dent á, at hóast vápnahvíldina, er bardagin móti Hamas í Gazageiranum ikki liðugur.

 

- Vit eru sannførd um at fullføra sigurin, sum fer at fáa týdning fyri lívið hjá okkum í nógv ár frameftir, segði ísraelsk forsætisráðharrin.

 

 

 

 

 

- Høvdu hesir drápsmenn verið førir fyri at gjørt meira, høvdu teir beint fyri okkum øllum, segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu í dag