Stroymingstænastan Netflix stykir støðugt um sína støðu í miðlavinnuni, og kappingarneytarnir renna útlúgvaðir aftaná.
Tað skrivar CNN.
Seinasta mánaðirnar eru kursurin á partabrøvum í netflix hækkaður 60 prosent, og Netflix hevur nú størri ferð á enn til dømis Facebook, Apple og Amazon.
Netflix fær alsamt fleiri viðskiftafólk og er nú vert umleið 800 milliardir krónur. Líkt er til, at framgongdin fer at halda fram, og at Netflix fer at vaksa enn meira í virði komandi tíðina.
– Netflix hevur broytt vinnuna munandi og gongur nú undan. Tað er trupult hjá teimum meira traditionellu feløgunum í vinnuni at fylgja við – sjálvt aðrar stórar tøknifyritøkur hava trupult við at klára kappingina við Netflix, sigur Bryan Kraft, greinari í Deutsche Bank, við CNN.
Sjónvarpsrøðir sum Stranger Things, The Crown og Orange is the New Black hava verið avgerandi fyri at lokka nýggja kundar til Netflix. Mett verður, at bara seinasta ársfjórðingin hevur Netflix fingið 7,5 milliónir nýggjar haldarar.