Nevnd afturvald

Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund leygardagin tann 16. mars.

Fyri vali til nevndina stóðu Zacharias Zachariasen og Tummas Eli Joensen.
Teir vórðu báðir afturvaldir.
Sum tiltakslimir vóru valdir Jóan Petur Paturson og Jóan Símun Saltá.
Nevndin er skipað soleiðis:
Jógvan Nybo, Viðareiði er formaður
Zacharias Zachariasen, Skopun er næstformaður
Tummas Eli Joensen, Strendur,
Regin Olsen, Klaksvík og
Páll Hansen, Tórshavn