Tað vóru tvær steikipannur vístar fram í Føroya Rætti stutt eftir døgurðasteðgin seinnapartin í dag. Onnur er pannan, sum ákæruvaldið heldur upp á er brúkt av hinum 33 ára gamla ákærda til at beina fyri Dánjal Petur Hansen (Piddi) við. Hin er ein steikipanna, sum løgreglan hevði funnið á løgreglustøðini, har hon hevur verið brúkt til matgerð.
Orsøkin til, at ákæruvaldið júst hevði tikið hesa pannuna við, er, at hon í stødd og vekt minnir nógv um pannuna, sum varð funnin í hjallinum hjá ákærda.
Portalurin fer ikki út í smálutir við hesum, men ákæruvaldið fann pannu og skaft hjá ákærda - og millumstykkið til hesa í kamarinum hjá Pidda á Gerðisvegi 34 í Saltangará.
Ákæruvaldið endurtók teknisku kanningarnar sum vísa, at millumstykkið hevur sitið á júst hesi pannu, sum varð funnin heima hjá ákærda. Eingin ivi er um tað. Blóð og dna hjá Pidda er funnið bæði á pannuni og á millumstykkinum. Á skaftinum er ikki funnið blóð, men dna av Pidda.
Orsøkin til, at ákæruvaldið vísti hesar báðar pannurnar fram í Føroya Rætti í dag, er fyri at geva nevningunum eina kenslu av, hvat ein slík panna vigar.
Steikipannan, sum varð funnin heima í hjallinum hjá ákærda, vigar tilsamans 1,190 kilo, og tá er millumstykkið, sum varð funnið heima hjá Pidda, íroknað. Pannan, sum løgreglan eigur og sum allir nevningarnir sluppu at halda í hondini í Føroya Rætti í dag, vigar á leið tað sama - ella tilsamans 54 gramm minni.
Tekning: Janus Dam Guttesen