Newcastle bangaðir á heimavølli

Sjálvdan sæst ein líka stórur munur á tveimum liðum í Premier League, og tað var í dag.

 

Newcastle vórðu heilt einfalt bangaðir, so at tað nærum var pínligt at hyggja eftir.

 

Liverpool komu til St. James Park við tí uppgávu, at taka trí stig heim aftur við, og tað vísti seg at verða ein heldur løtt uppgáva. Ein kundi kanska vænta at Newcastle fóru at geva eitt sindur av mótstøðu, men so var ikki.

 

Liverpool løgdu seg á odda longu eftir 27 minuttum, tá Emre hjá Newcastle hevði felt ein Liverpoolara uttanvert egnan brotsteig. Steven Gerrard gjørdi ikki mætari enn at hamra bóltin flott upp undir nettakið, til støðuna 1-0. Hetta skuldi vísa seg at gera ilt verri, tí Newcastle gjørdu ferð aftaná ferð katastrofalir feilir í vóru nær við at kosta mál. Hálvleikstøðan varð tó bara 1-0, hóast 5-0 kanska kundi verið hóskandi, eftir spælinum at døma.

 

Seinni hálvleikur var ikki meira enn bríkslaður í gongd, tá Liverpool fekk horna, og Gerrard varð settur at skjóta. Eitt miðalgott hornaspark slapp at støkka við lítlari ferð inni í 5-metrinum, áðrenn Dirk Kuyt fekk beint bóltin í málið til 2-0.

 

Sam Allardyse framdi útskiftingar, og tað hugaði ikki Newcastle áskoðarunum, ið byrjaðu at rópa ókvæmisorð niður móti venjara felagsins. Hetta sama hendi eisini í hálvleikinum, tá liðini gingu móti skiftingarrúmunum. Ein ófantaliga vánaligur hugburður av Newcastle viðhaldsfólkunum.

 

Og tað skuldi vísa seg at verða verri enn fyri teir stríputu úr Newcastle, tí Ryan Babel, ið varð skiftur inn fyri ein troyttan Harry Kewell økti um ónøgdina hjá viðhaldsfólkunum hjá heimaliðnum og eisini um støðuna til 3-0, ið skuldi vísa seg at gerast endaliga úrslitið.

 

Sjálvt Derby, ið er absolutti botnproppurin í Premier League vísir meira spæl og dirvi, enn Newcastle gjørdu í dag...Teir skulu skamma seg, tí teir eru nógvar ferðir betur enn innsatsurin, teir vístu í dag. Endaliga úrslitið hevði ikki verið ov grovt, um tað stóð 7 ella 8-0.

 

Fakta um dystin:

Newcastle - Liverpool (0-1) 0-3

0-1: 27. min. Steven Gerrard

0-2: 46. min. Dirk Kuyt

0-3: 65. min. Ryan Babel