Mannbjørn Jacobsen
19.febr.2001
Við seinastu samráðing millum føroyska landstýri og P. Nyrup Rasmussen, eru danskar búskaparhøttanir, fyrr havdar í eyka, nú beinleiðis tiknar inn í politisku uppgerðina millum fullveldissíðuna og sambandssíðuna.
Hetta er óloyvt eftir ST samtykt um fólkaatkvøður av slíkum slag, tjóðskaparligu stjórmála støðuna, so føroyingar áttu at umhugsa luttøku. Betur er at svara aftur á rættan hátt 26. mei, so hesin danski hógvurin verður hin seinasti av nógvum av hesum slag.
Av tíðindum frá fundingini skilst, at danir standa uppá 4 ára skiftistíð, sum tó ikki neyðugt verður so. Danir eru bundnir altjóða, at stuðla fyrrverandi hjáland uppá rættkjøl, um neyðugt.
Føroyingar eiga í samband við atkvøðuna at taka upp samband við ST, so reiðiliga fer fram, ongar høttanir, og skiftistíðin verður sámilig, uttan óneyðigar búskapar og umsitingar niðurleggjandi eftirfylgjur.
Hetta er í øllum londum í somu støðu í dag.
Eisini eiga føroyingar at skapa altjóða áhuga um atkvøðuna og serliga trupulleikarnar henni umkring, tí øll sannroynd vísir at danir er erkvisnir um altjóða umdømi og týdningarmikil lutur í sambandsháttinum, at niðurgera møguleikan hjá føroyingum, at vinna somu rættindi sum td. danir, er láturliggering, lítisverdgering og serliga burturgloyming og smálandsluta (lokaliserings) gering av málinum, sum so fyri fyrstu ferð og við gott høvi slepst undan.
Ikki mótføroyskur
Nyrup er ikki egin her. Hann er neyvan mótføroyskur. Er undir trýsti frá afturhaldsbólkum í Danmark, við halahangi í Føroyum, sum tryggja skulu afturhalds trúvirðið í uttanríkisspurningum, her uppí kemur føroyska stjórnmálamálið, á røttum stað, so tað fær eitt framburðshugað snið.
Tað hevur tað ikki hjá konservativu.
At báðar síður í donskum politikki standa aftanfyri hetta útspæl til føroysku atkvøðuna sæst av orðunum frá M.Fogh Rasmussen fyri Vinstra beint aftaná? ...færøsk kanonbådsdiplomati?.
Nógv nýtt er heldur ikki í hesum, tí tað var støðan hjá donsku stjórnini áðrenn samráðingina. Danir meta helst føroyska atkvøðuna sum roynd hjá landstýrinum, at halda fast við sítt uppskot um skiftistíð.
Eins og lagnuárið 1946 eru somu fólkabólkar frammi í Føroyum, hjálptir av illa goymdu donsku sambandsvinum sínum, við høttanum um vælferðarskrædl, danskan hernað. Í øðrum londum í somu lagnustund høvdu hesi umhugsa gisting á sendistovum. Í Føroyum sleppa hesi, tryggja í føstum størvum, væl frá at flenna burtur møguleikar okkara sum tjóð uttan hjálpt av donskum mutri. Støðan er óneyðuga so, tí at sambandsflokkarnar higartil hava nokta at luttaka i at yvirtaka td. gjaldslutin í skúlaverkinum við sama próvgrundsmøguleika í hyggju.
Vandamiklari er støðan, allan nýggjara skúlaútbúgvingina havdan í huga, sum enn í flestu førum beinleiðis hevur bústað í Danmark fyri eyga í fleiri ár, er ikki serliga akademisk longur, orsakað av tilknýti okkara til Danmark og trupuleikar teirra, sum td. setur luttøku í donskum hernaðarávintýrum í sundurliðaðum londum, antin áðrenn ella aftaná aftur, í møguleika sum atgongumerki á víðari lívleið.
Kann fíggjast á annan hátt
Óneyðugt er at nakar fyri føroyingar ávísiligur niðurskurður verður í livistøðinum, tí at fíggingin, sum serliga ávísir føroyingar merkja, fellur burtur.
Hetta vinnulívsavlagandi, kreppuframkallandi fremmandalikam, er óvanligt og ikki til í øðrum londum - ES studulin til landbúnaðin er útjavning millum lond í frælsari kapping -, kann sjálvandi skipast á annan hátt.
Ikki kann trupuleikin við fígging kveistrast burtur í fyrstu atløgu. Ætlanin er at føroyingar skulu steðga upp her. Niðurskurðurin uppá 4 ár er ikki so stórur býttur út á øki, írestandi 11 árini av 15 ára skeiðnum í ætlanini hjá landstýrinum, kostar 15 milliónir árliga, kunnu klárast við lánum.
Meiri enn tað verður lánt millum ár og dag til Føroya. Skatturin hjá okkum kundi lagast betur til vanlig skandinaviskt viðurskifti um ikki heilt. Stór lína er her enn við tí betru tænastum tað ma. gevur.
Hægri skattur á stóru fiskimannalønirnar kundi verið settur saman við skipaðari frítið til veruligan sosialan góða - veruliga merkt vælferð -, heim, tíð til tað.
Hetta merkir ikki vælferðar niðurskurð fyri samfelagið, men umskiping og gott brúk av vælferðini.
Sanni trupuleikin
Sanni trupuleikin komandi árini, við Noregi í huga, er ikki lækkandi vælferð, minni lønir, men øvugt vandi fyri yvirupphiting av búskapinum av lættvunnum peningi, óvanligt fyri føroyingar. Avskiping av einum undirbrotligum banantjóðveldi fyri eitt blaktrandi banantjóðveldi.
Gerst oljuvinna veruleiki er sjálvandi ikki stórir trupuleikar í at halda í hvussu so er somu vælferð við fullveldi, mett í reiðum peningi.
Trupuleikarnir verða vælferðarsjúkur, sum heilsuskaðiligur livimáti, rúsevnismissnýtsla, heimupploysing, altjóðagering í ringum týdningi.
Besti máti at loysa hetta er sjálvir at ráða. Uppgeva láturliga fáfongd og skipa veruliga sjálvvirðandi tjóðveldi.