Saman við liberisku kvinnuni Ellen Johnson Sirleaf hevur Elisabeth Rehn ferðast úr Eysturtimor til Kambodja, úr Miðeystri til Balkan, í Kolombia og haðani til tey ófriðarligu økini í Somalia, Sierra Leone, Liberia og Guinea.
-Nógvar av hesum ósemjunum hava ein felagsnevnara. Tað snýr seg um ræðið á landsins náttúrutilfeingi so sum diamantum, kokaini og olju, og tað er í hesum ósemjum, at vit síggja ta mest harðrendu framferðina, sigur Elisabeth Rehn. Sjálv hevur hon verið finskur verjumálaráðharri, men seinastu tíðina hevur hon arbeitt sum óheftur ST-serfrøðingur, og uppgáva hennara hevur verið at skriva eina frágreiðing um lutin hjá teimum báðum kynunum í sambandi við kríggj eins væl og frið.
Hon fekk eitt ár til uppgávuna, og hetta árið skuldi hon vitja tey ringast raktu krígsøkini. Serliga skuldi hon halda eyga við, hvussu kvinnurnar hava havt og hava tað, hvussu kríggj ávirkar teirra uppfatan av monnum og valdi, og hvørjir møguleikar eru fyri menning í økjunum.
Skelkandi veruleiki
Elisabeth Rehn og Ellen Johnson Sirleaf tóku av avbjóðingini, og á teirri longu ferðini hava tær tosað við nógvar kvinnur, felagsskapir, politikarar og ríkisleiðarar í fjúrtan londum. Mikudagin kunngjørdu tær báðar frágreiðingina "Kvinnur, kríggj og friður" á einari ráðstevnu í Oslo. Veruleikin er skelkandi, sigur Elisabeth Rehn.
-Eg visti ikki, at neyðtøka er eitt so vanligt vápn í slíkum ósemjum. At kalla allar genturnar, sum vit hittu í Kongo, og sum vóru eldri enn tíggju ár, høvdu verið fyri neyðtøku, og meiri enn 90 prosent av øllum húskjunum har hava mist eitt ella fleiri, sum hava verið neyðtikin. Í Rwanda fingu allir HIV-smittaðir menn beinleiðis boð um at neyðtaka so nógvar kvinnur hjá fíggindanum, sum til bar.
-Aftaná høggja menninir aðra hondina av teimum neyðtiknu kvinnunum, ogt vit sóu nógvar gentur og kvinnur, sum høvdu verið fyri hesari vanlagnu. Í øðrum førum løsta neyðtøkumenninir kynslutirnar hjá kvinnunum, so tær kunnu ikki fáa børn. Vit frættu eisini um menn, sum høvdu neyðtikið smábørn. Eg fati ikki, hvat tað eru fyri ómenni, sum kunnu gera slíkt. Tað ber ikki til at sammeta teir við djór, tí djórini bera seg ikki soleiðis at, sigur Elisabeth Rehn.
Bæði í Afrika og Asia er tað rættiliga vanligt, at krígsmenn fáa sær eina sokallaða "bush wife". Ofta eru hetta gentur niður í tólv ára aldur, sum verða noyddar at fylgja við krígsmonnunum. Tær kunnu flýggja, men tora ikki, og tær søgdu okkum, at tær kendu ein ávísan tryggleika at vera saman við hesum monnunum. Teir góvu teimum mat og ta neyðugu trygdina, men tá tær koma heimaftur, enda flestu teirra sum skøkjur, sigur Elisabeth Rehn.
Eisini í Evropa
Á ferðini hava tær báðar kvinnurnar eisini verið á Balkan, har tær skuldu kanna, hvussu tað stendur til við mannarættindunum aftan á kríggini har. Elisabeth Rehn sigur, at heldur ikki har sleppa gentur og kvinnur undan ágangi, og hon leggur dent á, at tað eru ikki einans teir lokalu menninir, sum standa fyri áganginum. Síðani kríggini á Balkan er ein altjóða hjávera komin hagar, og í kjalarvørrinum á tí kom ein veksandi handil við kvinnum, sum verða seldar til eitt lív sum skøkjur.
-Eg havi tosað við fleiri hundrað av hesum gentunum, og tær søgdu mær, at millum teirra viðsakiftafólk eru bæði diplomatar, altjóða hjálpararbeiðsmenn og átrúnaðarligir leiðarar, sigur Elisabeth Rehn.
Hon greiðir eisini frá, í høvuðsstaðnum í Makedonia, Skopje, er eitt marknaðartorg, har naknar gentur verða sýndar fram. Keypararnir eru menn, sum so eiga genturnar. Kanska gevur eigarin einum vinmanni gentuna, ella hann selir hana fyri hægsta boð. Hvagar hon fer, og hvat hon skal gera, viðkemur ikki eigaranum. Tær makedonsku genturnar greiddu teimum báðum ST-kvinnunum frá, at tær verða betri løntar, um tær játta at hava samlegu við monnum, uttan at teir nýta hít. Hava vit vandan fyri HIV-smittu í huganum, er hetta at spæla við lívið. Og hetta hendir í Evropa í 2003, sigur Elisabeth Rehn.
Eisini sterkar kvinnur
Men tað eru ikki allar kvinnur, sum gerast offur. Tað finnast eisini nógvar sterkar og vitandi kvinnur í fleiri av hesum londunum. Í Somalia hittu tær kvinnur, sum vóru vorðnar leiddar av at taka ímóti altjóða hjálp, sum ofta bert er ein viðfáningur til gerandisdagin. Tær vildu heldur hava teldur og pening, og tær vóru til reiðar at taka lut í friðarsamráðingum og at taka politiska ábyrgd.
Eisini í Kongo hittu tær eisini kvinnur, sum ikki vildu lata seg kúga. Har høvdu kvinnufelagsskapir savnað pengar, so tær kundu senda umboð til friðarsamráðingarnar. Tað sama er í Irak, sigur Elisabeth Rehn. Hon veit um nógvar irakskar kvinnur, sum hava góða útbúgving, og sum eru til reiðar at taka lut í arbeiðinum at endurreisa landið. Men ofta renna kvinnurnar seg ímóti tí, sum verður rópt siður ella átrúnaður, sigur hon.
Fýlist á ST
Hóast hon hevur verið í arbeiðsørindum fyri altjóða samfelagið, aftrar Elisabeth Rehn seg ikki við at finnast at júst ST. Hon heldur, at heimsfelagsskapurin nýtir ov mong orð, men ger ov lítið í verki, tá tað snýr seg um rættindini hjá kvinnum. Eitt nú vísir hon á, at tað er sjáldan, at nøkur kvinna fær leiðandi starv í ST, og tá samráðingar eru um frið ymsastaðni, skalt tú vera heppin at síggja eina kvinnu við borðið.
-At senda nakrar ST-menn at áleggja øðrum monnum at virða rættindini hjá kvinnum gevur ikki nakað tað neyðuga trúvirðið, sigur Elisabeth Rehn og leggur afturat, at tað er neyðugt at herða trýstið - ikki bert á felagsskapir, men á hvørja einastu landastjórn.
Hon heldur ikki, at tað er rætt at geva Kofi Annan, aðalskrivara skyldina av, at ST hevur ikki fylgt sínum egnu lyftum. Tað eru stjórnirnar, sum skulu gera tað neyðuga arbeiðið. Allar stjórnir.
(Kelda: Aftenposten)