Neyðtøkuroynd í Havn í nátt

Klokkan fýra í morgun royndi ein maður at neyðtaka eina 17 ára gamla gentu í Plantasjuni í Havn.

Politiið greiðir frá, at tá ein 17 ára gomul genta gekk niðan eftir Hoydalsvegnum áraka portrið til plantaguna, kom ein maður til hennara, tók um hana, og dragsaði hana inn í plantaguna.

Hann segði henni sítt navn, og at hann ætlaði at neyðtaka hana. Hann legði hana niður og royndi at neyðtaka hana.

Gentan varnaðist tá tveir persónar úti á vegnum, og hon rópti um hjálp.

Gerningsmaðurin rann hereftir frá staðnum og er ikki sæddur síðani.

Politiið eftirlýsir tí ein mann, sum er 18-22 ár, kommunufarvað/brúnt hár, spíska nøs, 175-180 cm høgur, spinkult bygdur, vanligur í vavi, ílatin myrkamorreyða troyggju (onki um

lynlás ella knappar) og cowboybuksur, vælrøktur (velsoigneret) møguliga sjómanstypa, tosaði møguliga suðuroyamál. Hann var ikki menningartarnaður, men tyktist

forvirraður og vildi hava gerningin lidnan so skjótt sum møguligt.

Politiið ynskir at tosa við fólk, sum hava verið í økinum um hesa tíðina ella sum halda seg vita okkurt, sum kann føra nærri eini uppkláring. Møguliga hevur gerningsmaðurin frammanundan staðið og bíðað longur niðri við Hoydalsvegin og fylgt aftan á gentuni.