Neyðtøkuroynd móti føroyskari gentu

Sunnunáttina breyt ein maður inn í íbúðina hjá eini 20 ára gamlari føroyskari gentu á Oyrasundi og royndi at neyðtaka hana

Ein føroysk genta vaknaði við kaldan dreym sunnunáttina klokkan hálvgum tvey, tá ein 30 ára gamal maður brádliga stóð inni í íbúð hennara á Oyrasunds Kollegiinum og ætlaði at neyðtaka hana.

Maðurin hevði antin pistól ella revolvara í hondini, og hann hevði turriklæð fyri andlitið. Inni í íbúðini tók brotsmaðurin kvørkatak um gentuna.

- Tú gert, sum eg sigi, hótti brotsmaðurin, sum síðani lat seg úr klæðunum og legði seg í songina hjá gentuni. Hann byrjaði at nerta við hana, men tá hon segði seg hava herpes, kom ótti á mannin, og var hann skjótur at lata seg í klæðini aftur og rýmdi úr íbúðini í M bygninginum.

Danska løgreglan er ikki í iva um, at brotsmaðurin ætlaði at neyðtaka føroysku gentuna.



Maðurin handtikin

Ein 30 ára gamal maður, sum eisini býr í Dalslandsgade, bleiv í gjár handtikin og er skuldsettur fyri neyðtøkuroynd.

Stutt eftir at maðurin var farin úr íbúðini, ringdi gentan til løgregluna, og hon hevur verið til kanningar á Center for Voldtægtsofre á Ríkissjúkrahúsinum.

Føroyska gentan er skakað av hendingini, har maðurin við vápni eisini bað um at fáa navnið á gentuni. Sambært Ekstra Blaðnum tosaði maðurin danskt, men er ivaleyst útlendingur.

Gentan flutti inn í íbúðina fyri fáum døgum síðani. Sambært løgregluni er einki, sum bendir á, at maðurin hevur brotið seg inn til gentuna, og tí verður hildið, at hann møguliga sjálvur hevur læst seg inn í íbúðina í M bygninginum.

- Gentan hevur júst tikið við íbúðini, og tí kanna vit, um brotsmaðurin møguliga áður hevur havt ein lykil til hesa íbúðina. Hurðin er ikki brotin, og einki er annars at síggja á hurðini. Vit halda ikki, at hann er komin inn í íbúðina gjøgnum eitt vindeyga, sigur kanningarleiðarin, Sajjad Haider við Ekstra Blaðið.

Føroyingar á Oyrasunds Kollegiinum eru sum vera man skelkaðir av hendingini, og tosað verður nú um at seta upp vakmyndatól á økinum.

Danska løgreglan fór undir at avhoyra 30 ára gamla mannin í gjárkvøldið, eftir at ein rættarfrøðilig kanning var gjørd. Maðurin verður grundlógaravhoyrdur í dag við kravi um varðhaldsfongsling.

Sosialurin hevur roynt at fingið orð á kanningarleiðaran í málinum, men tað eydnaðist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar.