Sama kvøld, sum Hosni Mubarak fall, var CBS-tíðindakvinnan, Lara Logan, fyri eini ræðuligari hending á Tahrir-torginum í Kairo, har 200-300 menn í samfullar 40 minuttir neyðtóku hana við hondunum, sum hon sjálv nú greiðir frá. Lara Logan helt, at hon fór at doyggja á Tahrir-torginum í Kairo hetta kvøldið. Saman við øðrum tíðindafólkum var hon stødd á torginum, har hon skuldi gera eina uppgávu fyri tíðindamiðilin ?60 minuttir?.
Nú hevur hon sagt søguna um tað, sum hendi, fyri The New York Times.
- Hetta var ein løta, har alt gekk galið. Meðan kameramaðurin, Richard Butler, var í holt við at skifta eitt battarí, hoyrdu egyptiskir starvsfelagar, sum vóru saman við teimum, fólk nærindis tosa um, at teir vildu taka buksurnar av mær. Lokalu starvsfelagarnir søgdu, at vit máttu sleppa okkum til rýmingar, og tað var beint tá, at ein hópur av monnum lupu á. Eg varð hálað burtur frá kameramanninum, greiðir hon frá.
Tað eydnaðist heldur ikki lívverjanum hjá henni at gera nakað, tí menninir vóru so nógvir í tali.
Sjálv heldur Lara Logan, at álopið vardi í einar 40 minuttir, har einir 200-300 menn vóru um hetta og neyðtóku hana við hondunum, sum hon sjálv sigur frá.
Lara Logan vil tó ikki í samrøðuni við The New York Times koma nærri inn á tað, sum hendi, men hon sigur, at hon náðileyst eisini varð sligin, og at hon hesar minuttirnar trúði, at hon fór at doyggja.