- Tað ber væl til at føra bát forsvarliga, hóast tú hevur drukkið nakrar øl.
Tað heldur Tórshavnar Bátafelag.
Felagið tekur ikki undir við ætlanini hjá Johan Dahl, landsstýrismanni í vinnumálum, um, at tað skal vera ólógligt føra bát, eisini stuttleikabát, tá ið promillan fer upp um 0,2.
Tað er sama hámark sum fyri at koyra bil.
Felagið vísir á, í norðurlondum, uttan í Svøríki, er promillumarkið ímillum 0,5 og 1,0,
- Bæði í Finlandi, Norra og Danmark er bátaferðslan ofta nógvar ferðir tættari enn nakrantíð í Føroyum, har vit fyri tað mesta sigla á opnum havi.
Tí heldur Bátafelagið, at tað er ikki er grundarlag fyri, at vit í Føroyum skulu hava strangastu lóggávu á økinum.
Felagið heldur, at fólk eru før fyri at sigla frítíðarbát á fult forsvarligan hátt, hóast tey hava drukkið eina ella tvær øl á veg úr eini havn í aðra.
So vítt, tey í Bátafelagnum vita, er ongin vanlukka hend av tí at førarin hevði drukkið eina ella tvær øl.
- Tá ið vanlukkur eru hendar av rúsdrekka, er altíð drukkið nógv meira, enn tvær øl, og promillan væl og virðiliga oman fyri bæði 0,5 og 0,8.
Felagið heldur eisini, at tað er skeivt at sammeta bilaferðslu og frítíðarsigling í Føroyum.
Bátarnir eru ongantíð líka tættir, sum bilarnir eru, uttan við innsigling til onkra stevnu, men tá er ferðin ikki meiri enn 3-4 míl.
Bátafelagi tekur heldur ikki undir við, at verður ein revsaður fyri rúsdrekkasigling við frítíðarbáti, skal viðkomandi eisini kunna missa vinnubrævið til vinnuliga sigling, soleiðis sum Landsstýrismaðurin ætlar.
- Tá ið limir felagsins fara at sigla, er tað fyri at hugna sær í frítíðini, og hjá summum er tað ein partur av hugnanum, at fáa sær eina øl ella tvær, ímeðan man siglur og gleðist um sjógvin og føroysku náttúruna.
- Verður promillumarkið 0,2, verður tann hugnin burturtikin, uttan sakliga orsøk, og tað tekur felagið ikki undir við.
Tórshavnar Bátafelag tekur annars undir við at eitt ávíst promillumark verður ásett fyri sigling, fyri at skapa størri trygd á sjónum.
Men felagið skjýtur upp, at markið verður 0,8, tí tað heldur felagið vera hóskandi og sakliga.
Myndin er tilvildarlig