Óneyðugt at koma í tingið við uppskotinum

­ Samgongan kundi sett fyrireikingarnar í verk, og síðani lagt málið til viðgerar í tinginum, sigur Katrin D. Jakobsen

í uppskotinum til samtyktar um ríkisrættarligu støðu Føroya, biður Landsstýrið tingið taka undir við, at farið verður undir fyrireikingar og samráðingar við danir um, at gera ein sáttmála.

­ Vit hava sett mótuppskot fram um at fara undir fyrireikingar, men í orðingini at taka undir við samráðingunum, kendu vit okkum uttan fyri, sigur Katrin D. Jakobsen.

Hon heldur at búskaparligi parturin, eitt nú hvussu vit skulu fóta okkum við minkandi blokkstuðli, eins og útgreiningar av búskaparligu støðuni, átti at verið grundarlag undir, at farið verður undir samráðingar.

­ í mínum hugaheimi hongur uppskotið hjá samgonguni ikki saman, tí vit hava einki at meta út frá. Tí haldi eg, at tað var óneyðugt at uppskotið hjá samgonguni kom niðan í tingið, sigur KatrinD. Jakobsen.

­ Landsstýrið kundi sett fyrireikingarnar í verk, og síðani kundi tmáliðkomið niðan í tingið til viðgerar. Eg kenni tað eins og verða vit shanghaja í máli, sum vit ikki vita, hvar flýtur, sigur Katrin D. Jakobsen.

Hon nevnir uppskotið hjá Javnaðarflokkinum um stjornarskipanarnevnd, sum nú á triða sinni er lagt fram, hevur fyrimunir mótvegis uppskotinum hjá samgonguni.

­ Vit hava ásannað, at um vit skulu koma longur á sjálvtýrisleið, so er neyðugt at allir flokkat eru við, um vit skulu fáa undirtøku millum fólk, sigur Katrin D. Jakobsen.


Meira demokratiskt

Hon heldur, at orðingin um fullveldi í uppskotinum hjá samgonguni forpliktar, men at tað saktans ber til at fáa fullveldi eftir uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum.

­ Munurin í okkara uppskoti er, at tað er meira demokratiskt og møguliga umboðar fólkið meir enn sambært hinum uppskotinum.

Vandin við uppskotinum hjá samgonguni er eisini, at arbeiðið við broytingunum steðgar upp, um tað ikki fær undirtøku millum fólk, og alt arbeiðið við sjálvstýrisætlanunum verða av ongum, sigur Katrin D. Jakobsen.


Ov lítið ítøkiligt

Alfred Olsen er nýggur tingmaður í Sambandsflokkinum.

Hann sigur við Sosialin, at hann heldur uppskotið hjá samgonguni vera øgeliga lítið ítøkiligt. Hann dugir ikki at síggja tað politiska í tí.

­ Tað er eisini torført, tá biðið verður um at tikið verður undir við uppskotinum.


Taka undir við javnaðaruppskotinum

­ Tá dámar mær betur uppskotiðhjá Javnaðarflokkinum, sum vit eisini vilja taka undir við, sigur Alfred Olsen.

Tingamaðurin er sannførdur um, at neyðugt er at fara undir broytingar í ríkisrættarligu støðu Føroya:

­ Tað er avgjørt neyðugt, tí einki stendur í stað. Vit mugu kortini gera greiðari reglur fyri ríkisrættarligu viðurskiftunum.

­ Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum er kortini meira tíðarhóskandi, og leggur breitt upp til at arbeitt verður við málinum, og eftir einum ári at leggja eitt álit fram, sum skal fáa politiska viðgerð, sigur Alfred Olsen.