Bálbrenning skal altíð fylgja vegleiðingini hjá Umhvørvisstovuni. Har verður millum annað sagt, at ”loyvi krevst frá kommununi, tá talan er um stór uttandura bál, so sum nýggjárs- og jóansøkubál”.
Í nøkrum kommunum eru tað sløkkiliðini, ið umsita hesi loyvini.
Umframt at fylgja vegleiðing og galdandi reglugerð á økinum, eiga atlit eisini at verða tikin til grannarnar, um bálið verður brent nærhendis íbúðarøki. Góður siður er tí at kunna grannalagið, áðrenn bál verður brent nærhendis bústaði.
Sagt verður eisini í vegleiðingini, at veðrið skal altíð vera til vildar, og at tað verður frámælt at tendra bál, um vindurin er yvir 10 m/s.
Í sambandi við bálbrenning eru her nøkur dømi um, hvat kann brennast, og hvat ikki kann brennast.
Hetta er loyvt at brenna:
· Reinur og turrur óviðgjørdur viður
· Ólitað pappír og papp
· Jólatrø og annað grann
Hetta er ikki loyvt at brenna:
· Plast og gummi (til dømis flamingo, dekk, nótir, posar og annað)
· Viðgjørdur og málaður viður
· Saguspønir og spønplátur
· Húsarhaldsburturkast
· Vandamikið burturkast (t.d. máling, battarí, olja, oyðingarevni, loysingarevni o.a.)
· Klæðir, leður og annað
· Mjólkarpakkar
· Dagbløð og vikubløð (viðgjørt pappír)