Neyðugt er at virka fiskin umborð

- Føroyska fiskiskipavinnan hevur alt ov nógvar forðingar, sum serliga koma til sjóndar í tíðum sum hesum, nú tað av álvara sansar at Orðini eigur Tummas Christopersen, reiðari í Vestmanna, sum heldur, at tað er nógv, sum okkara myndugleikar kunnu gera, tó at teir ikki vilja veita fiskiflotanum beinleiðis oljustuðul.

- Politikararnir siga, at tað eru marknaðarkreftirnar, sum skulu ráða, men soleiðis er tað bara ikki.

Reiðarin vísti herfyri í samrøðu við Sosialin á, at loyvt er ikki at virka vanligu fiskasløgini umborð á skipum í føroyskum sjógvi, og heldur ikki lata politikararnir marknaðarmekanismuna við sølu av fiski ráða.

- Tú kanst kryvja og avhøvda fiskin umborð ? og so ikki meira. Skerir tú stertin av ella gert annað við fiskin, kemur tað undir virking, og tað er ikki loyvt.

Í samrøðuni helt Tummas Christophersen fyri, at hendir einki við oljuprísinum, ei heldur fiskaprísinum, verður neyðugt at broyta føroyska ísfiskaflotan fullkomiliga.

- Neyðugt verður at fara undir viðgerð av fiskinum umborð, samstundis sum onkur kanska spesialiserar seg við feskum fiski. Tað er ikki annað at gera, um fyritreytirnar ikki broytast munandi.

Reiðarin segði, at hetta er nakað, sum politikarar kunnu gera nakað við.

- Føroyska fiskiskipavinnan hevur alt ov nógvar forðingar, sum serliga koma til sjóndar í tíðum sum hesum, nú tað av álvara sansar av, tí skiparaksturin ikki ber seg, segði Tummas Christophersen.

Hann er tí ikki samdur við Føroya Fiskimannafelag um, at markið fyri landingum uttanlands er í lagi, og at loyvt eigur ikki at verða skipum at virka fiskin umborð.