Neyðugt við breiðum meiriluta í sjálvstýrismálinum

Landsstevna Javnaðarfloksins staðfesti, at ríkisfelagsskapurin skal byggja á samstarv millum javnbjóðis tjóðir og at ásetingar um, hvussu farast skal fram, um vit taka fult sjálvstýri, skulu gerast

Landsstevna Javnaðarfloksins tekur undir við uppskoti Javnaðarfloksins um setan av eini stjórnarskipanarnevnd. Stevnan staðfestir, at tað er sera umráðandi í framtíðar ríkisrættarliga støðu okkara, at fram verður farið við røttu raðfestingini. Løgtingið eigur at hava neyðuga grundarlagið fyri eini støðutakan, sum sjálvandi eigur at byggja á eina breiða demokratiska viðgerð av hesum stóra máli, sum síðan kann gerast grundarlag fyri eini breiðari politiskari semju.

Áðrenn samráðingar kunnu fara fram við donsku stjórnina, eigur Føroya Løgting at hava eina breiða og greiða støðu til, hvørja leið vit vilja halda. Uppgávan hjá stjórnarskipanarnevndini er í stuttum at fáa til vega tað best møguliga grundarlagið at taka støðu á.

Tey framstig, sum skulu henda á sjálvstýrisleið, verða gjørd av einum breiðum politiskum meiriluta, so hetta ikki førir til óhepnar polariseringar í samfelagnum.

Landsstevnan tekur undir við kós Javnaðarfloksin á sjálvstýrisleiðini, sum í stuttum er:

* Heimastýrislógin verður avloyst av nýggjari lóg,

* sum staðfestir, at ríkisfelagsskapurin byggir á sáttmála millum javnbjóðis tjóðir,

* sum staðfestir at øll málsøki koma undir fult føroyskt málsræði og ábyrgd, so hvørt hetta verður gjørt av við føroyskari lóg.

* sum ásetir reglur um uppsøgn av sáttmálanum og hvussu farast skal fram, um vit gera av at taka fult sjálvstýri.