Neyðugt við eini havumhvørvislóg undan oljuleiting

? Við atliti til, at vit um vónandi ikki ov langa tíð fara undir oljuvinnu á føroyskum øki, havi eg valt at leggja uppskotið fram, tí tað m.a. tryggjar føroyskum myndugleikum neyðugu heimildirnar til at áseta reglur um útleiðing frá boripallum segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður, tá hann tók orðið undir viðgerðini av havumhvørvislógini

Eyðun Elttør, landsstýrismaður vísti á, at lógin eigur kortini ikki at forða fyri, at vit fara undir at kanna, hvørt hetta er rætta havumhvørvislógin til okkara viðurskifti ? tí uppskotið er rættiliga merkt av, at talan er um eina tillagaða danska lóg.

Hann vísti eisini á, at í sambandi við eina komandi oljuvinnu á føroyskum havøki eiga vit at gera okkum greitt, at vit hava ábyrgdina fyri, at umhvørvisfyrilit verða tikin. Í oljulógini, sum er føroysk løgtingslóg, verður dentur lagdur á, at oljufeløg skulu taka umhvørvisfyrilit á øllum stigum í teirra virksemi. Somuleiðis er heimild í lógini at krevja, at tað í sambandi við ávísar verkætlanir verða gjørdar kanningar um umhvørvisfylgjur.

Oljufeløgini hava skrivað sær hetta aftanfyri oyrað og hava ? eftir áheitan frá føroyskum oljumyndugleikum ? skipað seg í eitt samstarv (GEM-samstarvið), har ymiskar kanningar av umhvørvis- og náttúruviðurskiftum verða gjørdar. Fleiri føroyskir stovnar taka lut í samstarvinum, soleiðis at teir fáa økta vitan um oljuvinnu, men eisini fyri at teirra vitan og kanningarúrslit kunnu koma oljuvinnuni tilgóðar. Endamálið hjá GEM er at tryggja nøktandi vitan um umhvørvisviðurskiftini, áðrenn farið verður undir frálandsboringar á føroyskum øki segði landsstýrismaðurin.


Okkara krøv

Hann legði tó dent á, at tað eru ikki bara oljufeløgini, sum skulu fyrireika seg. -Vit skulu eisini gera okkum greitt, hvat vit krevja av feløgunum og hvat vit vilja loyva teimum. Her kemur tað inn í myndina, at oljulógin bara er karmur um komandi oljuvirksemið - hon er ikki ein umhvørvislóg sum so. Hon hevur t.d. onga heimild um, hvørji evni (kemikaliir) kunnu latast út í sjógv frá boripallum og øðrum havstøðum. Tað er hetta, sum havumhvørvislógin ger, m.a. við í § 30 í uppskotinum at áseta, at landsstýrið - eftir at danski umhvørvismálaráðharrin hevur úttalað seg ? kann áseta reglur hesum viðvíkjandi. Slíkar reglur verða í vestureuropa ásettar samsvarandi tilmælum frá einum bólki undir OSPAR-sáttmálanum, sum løgtingið samtykti 23. oktober í fjør. Við tað at tilmælini javnan verða dagførd orsakað av nýggjari vitan um árinini av einstøku evnunum, verður tað hildið skilagott, at slíkar reglur verða ásettar í kunngerð, so vit skjótt kunnu laga okkum eftir tilráðingunum. ? Frá danskari síðu hevur verið nevnt, at einki eigur at vera til hindurs fyri, at umboð fyri føroyskar umhvørvismyndugleikar taka lut saman við teimum í OSPAR-samstarvinum.


Meiri orka til umsiting

Landsstýrismaðurin vísti á, at tað tíverrri helst er rætt at siga, at vit ikki hava lagt stórvegis dent á at menna okkara umhvørvislóggávu og okkara umhvørvisfyrisiting. Hann metti, at tað er neyðugt at seta meiri orku av til at umsita umhvørvislógir. Eingin ivi er um, at vit eiga at seta av ta orku, sum er neyðug fyri at umsita í hvussu er tann partin av havumhvørvinum, sum hevur við eina komandi oljuvinnu at gera, tí umráðandi er, at henda nýggja vinnugreinin ávirkar havumhvørvið og harvið fiskivinnuna sum minst. -Sum frálíður haldi eg tað eisini vera rætt, at vit gera okkara ávirkan galdandi í ymsum altjóða fora, tí vit kenna sviðan av árinunum frá ídnaðarlondunum fyri sunnan, soleiðis sum t.d. PCB-kanningarnar hava víst. At stríðast móti dálkingini frá ídnaðarlondunum er eisini eitt mál, sum samgongan hevur tikið við í samgonguskjalið.


Tilbúgving

Kapittul 11 í uppskotinum snýr seg um tilbúgving í sambandi við møguliga olju- og kemikaliudálking. Landsstýrsimaðurin segði, at eisini her hava útlitini fyri eini komandi oljuvinnu verið ein katalysatorur fyri at fáa gongd á eitt arbeiðið, sum kortini átti at verið gjørt fyri langari tíð síðani. Í vinnumálastýrinum varð í fjør settur skjøtil á eina verkætlan um at gera eina tilbúgvingarætlan fyri Føroyar. Fyrst verður dentur lagdur á at greiða ábyrgdarbýtið, gera mannagongdir v.m., men seinni verður helst eisini hugt at, hvørjari útgerð t.d. Vaktar- og Bjargingartænastuni tørvar fyri til fulnar at kunna basa møguligari havdálking. Oljulógin heimilar okkum annars at krevja av oljufeløgum, at tey hava neyðuga útgerð ella atgongd til útgerð fyri at avmarka dálking, um eitthvørt óhapp skuldi hent.

Eyðun Elttør vísti á, at umhvørvismál hava seinnu árini fingið alsamt størri týdning í tilvitanini hjá fólki. Samstundis sæst á teirri ørgrynnu av altjóða sáttmálum, sum snúgva seg um umhvørvismál ? tað verið seg um biodiversitet, havdálking, burðardygga nýtslu av tilfeingi, vakstrarhúsgass ella annað ? at heimurin sær út til at hava ásannað, at skal nakað munagott spyrjast burturúr, so má samstarvast tvørtur um landamark.

? Fyri okkum føroyingar, hvørs tilvera er so tætt knýtt at lívinum í sjónum, haldi eg tað sum nevnt verða umráðandi, at vit sum minstamál koma okkum uppí tann partin av altjóða samstarvinum, sum hevur við havdálking at gera. Eg ætli mær um stutta tíð at seta eitt umhvørvisráð við umboðum fyri lands- og kommunalar myndugleikar, vinnu- og áhugafeløg o.s.fr., soleiðis at vit fáa sett okkara umhvørvislóggávu í perspektiv og evna til nøkur tilmæli, sum kunnu gerast grundarlagið undir einum framtíðar heildarpolitikki á umhvørvisøkinum segði Eyðun Elttør, landsstýrismaður m.a. tá havumhvørivslólgin varð til viðgerðar á tingi.

Tingmenn tóku sum heild undir við at seta í gildi donsku lógina við umrøddu broytingunum. Víst varð á, at tað hevur stóran týdning, at vit fáa greið og skipað viðurskifti á hesum so týðandi øki, áðrenn ein oljuleiting tekur seg upp í føroyskum sjógvi.

Málið fór í Trivnaðarnevndina til viðgerðar.