Neyðugt við neyvari fyrireiking

Tóra við Keldu
----------------

Hóast læraralønin ella manglandi tímajáttan fær skuldina fyri at sløkkja hugin til lærarastarvið, og nú eisini hjá nýútbúnum lærarum, havi eg tó hug at halda, at størsta avbjóðingin hjá fólkaskúlanum er, saman við foreldrunum, at fyrireika næmingarnar til læruumhvørvi í fakligum læraraumhvørvi. Møguliga er tímatal og peningur ikki alt avgerandi, bara forvitni verður stimbrað, so líkasælan hvørvur.

Fyrireika til lívið
Í undirvísingini eiga og skulu lærarar stimbra og gagnnýta forvitni hjá næminginum. Um næmingarnir eru líkasælir og óvitandi, so verða spurningarnir fáir og undirvísingin stirvin. Næmingurin saknar ikki ta vitan, hann ikki hevur. Tí er stóra avbjóðingin hjá teimum, sum síggja stórt í vitan, áhaldandi at eggja næminginum til at læra. Tí bara ein spíri av áhuga elvir til forvitni og gevur hug at læra. Men hóast lærdómur er lættur at bera, kann tilgongdin vera krevjandi.

Næmingarnir eru enn ikki sjálvstøðugir ella sosialt búnir. Tað er júst hetta næmingunum eigur at standa í boði, heima og í skúlanum, so teir gerast heilskapað menniskju. Potentiali og evni skulu verða leidd rættan veg, so ein heil persónligheit verður ment.

John W. Gardner sigur: “Nógv undirvísing í dag er til fánýtis. Tí alt ov ofta geva vit ungum fólki blómutyssi, heldur enn at læra tey at gera urtagarðar.” Soleiðis er tað møguliga í skúlanum í dag. Um næmingarnir ikki eru fyrireikaðir at taka til sín, so er lítil nytta í tímunum, teir eru í skúla.

Skipanin stirvin
Hvørt ár verða 24 - onkuntíð fleiri - næmingar settir saman í eina skúlastovu við einum lærara. Tað verður ikki stórvegis spurt um, hvussu næmingarnir eru fyri, hvørji áhugamál ella hvørjar styrkir teir hava. Aldurin avger, hvar næmingurin fer. Eins og í grannalondum okkara hevur innskúlingin ikki stórir trupulleikar. Men longu í miðdeildini og enn sjónligari í framhaldsdeildini, missa fleiri hugin at læra. Hesir somu næmingar eru í vanda fyri ikki at fáa útbúgving.

Uttan at siga ov nógv er trupult hjá verandi fólkaskúlaskipan at uppfylla omanfyri nevndu krøv - møguliga ómøguligt, um ikki øll standa saman.

Heim og skúli
Børn hava ongantíð verið størsta partin av degnum í skúla. Áðrenn tey gerast næmingar, eru tey formað heima, har tey hava fingið grundleggjandi kunnleika í uppaling so ella so. Tá hesi børn gerast næmingar, verður bygt víðari á grundina. Hóast tað ikki er so einfalt, eiga vit tó at síggja stórt í ábyrgdini heimini hava at fyrireika børnini at gerast næmingar. Tá ið skúlatíðin er byrjað, er neyðugt áhaldandi at eggja og fylgja við, hvat næmingurin ger.

Næmingarnir leita jú eftir endamáli og meining við tí, teir gera. Heilt greitt hevur samfelagið eina ætlan við øllum hesum næmingum, sum hvørt ár standa á fíggjarlógini. So greitt, at teir vilja hava 95% av næmingunum at taka miðnámsútbúgving.

Fólkaskúlalógin sigur ikki, hvussu samarbeiðið “heim og skúli” ella floksráð skulu skipast. Heldur einki um foreldur, sum hava ábyrgd. Tó vita vit at týdningurin í, at foreldur eitt nú møta til foreldraviðtalur ikki kann yvirmetast. Við at vera til staðar vísa foreldur virðing fyri skúlanum og arbeiðnum, sum næmingurin ger. Hetta samarbeiði kann skúlin ikki vera fyri uttan, um undirvísingin skal vera góð. Samstarvið heim og skúli hevur alstóran týdning, og hugsa vit í peningi, er hetta kostnaðarleyst.

Lagt eigur at vera upp til, at heima verður skipað fyri eini skúlatingsmentan, har arbeitt verður við tilfarinum úr skúlanum. Hetta dáma næmingunum væl, tí her kunnu teir vera saman við foreldrunum, og geva foreldrunum innlit í skúladagin. Eisini skulu reglur og vanar gerast heima um, hvussu og nær skúlating verða gjørd, og hvør skal hjálpa við skúlatingunum.

Lærarin stendur ikki einsamallur
Lærarin undirvísir sjálvandi eftir málrættaðu ársætlanini og hevur fakligu ábyrgdina. Hetta skal geva næmingunum møguleika at ogna sær vitan og dugnaskap, sum styrkir teir fakliga, persónliga og sosialt. Síðani skulu næmingarnir ogna sær evni til dugnaskap, háttalag, vanar og hugburð. Tó er tað púra misskilt, at lærarin stendur einamallur við ábyrgdini. Granskingar vísa greitt, at læra gevur bestu úrslit, um næmingarnir eru motiveraðir, forvitnir, áhugaðir og virknir. At fyrireika næmingarnar til læruumhvørvi í fakligum læraraumhvørvi er júst tað, sum er ein felagsuppgáva.