Herfyri hoyrdu vit í sendingini »Í Víngarðinum« m.a. frásøgn um Titanic-ólukkuna.
Sagt varð frá, at fyrst varð sent neyðarkallið CQD, sum í teimum døgum var vanliga neyðarkallið á morse.
Tað er einki galið í hesum, men at CQD merkir »Come Quick Danger«, er IKKI rætt.
CQ er kall á allar støðir, og verður eisini nýtt í øðrum høpi, m.a. nýta vit á Tórshavn Radio CQ, tá vit senda vind- og aðrar ávaringar. Fyri at gera vart við neyðstøðu, varð fyrr morsað eitt D afturat fyri at gera vart við at skip og manning vóur í vanda ? Distress.
Tað tyktist ofta so, at CQD var so mikið líkt tí, sum annars fór fram av morsing, at tað vakti ikki nóg stóran ans.
Fyri at bøta um hetta varð nýtt morsu-neyðarkall tikið í nýtslu, tríggjar prikkar, tríggjar strikur og aftur tríggjar prikkar. Vanliga verður hetta nevnt SOS, men tað er heldur ikki rætt. Tá vit morsa SOS, senda vit tríggjar prikkar, millumrúm, tríggjar strikur, millumrúm, tríggjar prikkar. Í neyðarkallinum eru eingi millumrúm.
Og til endans er at siga, at SOS merkir IKKI »Save Our Souls« ? tað er jú greitt, at tá skip senda út neyðarkall, er tað ikki sálarbjarging hugsað verður um. Tað er ein roynd at bjarga skipi og manning.