Neyðugt við pengum til fleiri kanningar

Havstovan eigur at fáa fígging til fleiri kanningar, sum kunnu stuðla undir lønandi og burðardygga vinnu.

Í ritinum Sjóvarmál, sum Havstovan gevur út, vísir Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni á, at meðan uppsjóvarvinnan í løtuni ríður á einum aldukambi, er botnfiskavinnan undir Føroyum í einum aldudali.

 

- Botnfiskavinnan hevur tað trupult, og í alt ov nógvum førum er raksturin ikki nóg lønandi. Fyri aftur at fáa eina stolta og inntøkugevandi botnfiskavinnu, mugu myndugleikarnir raðfesta fakliga vitan hægri – og brúka hana.

 

Stjórin heldur, at hetta eitt nú krevur, at Havstovan fær fígging til at gera fleiri kanningar, sum kunnu stuðla undir eina lønandi og burðardygga vinnu.

 

- Eisini hava Føroyar tørv á einum rannsóknarskipi, ið nøktar nútíðar tørv. Slík íløga er alneyðug og lønar seg fleirfalt fyri fiskivinnutjóðina Føroyar, sigur Eilif Gaard.