Neyðugt við samskipandi og ráðgevandi eind á eldraøkinum

Um hildið verður fast við eldrasamstørvunum í framtíðini, metir Búskaparáðið, at tað hevur týdning, at ein samskipandi og ráðgevandi eind er á eldraøkinum, sum kann leggja eina yvirskipaða ætlan fyri økið umframt at gera ársfrágreiðinga um økið.

Búskaparráðið:

Eldraøkið varð lagt til kommunurnar uttan at nakað lógarkrav var sett um ein felagskommunalan stovn til at taka sær av at samskipa økið.

Hetta var hinvegin gjørt í sambandi við, at barnaverndarøkið var lagt til kommunurnar í 2005. Tá var ásett í lógini, at ein felagskommunalur stovnur, Barnaverndarstovan, skuldi stovnsetast. Barnaverndarstovan virkar sum ráðgevi hjá samstørvunum og landsstýrisfólkinum, umframt at hon skipar fyri undirvísing, umsiting av felags skipanunum, innsavning og umsiting av hagtølum og annað. Barnaverndarstovan gevur út eina árliga ársfrágreiðing, við hagtølum og frágreiðingum um gongdina á økinum.

Ein líknandi stovnur finst ikki á eldraøkinum. Tí er ofta trupult at fáa innlit í, hvat fyriferst á økinum, og hvussu stórur vøksturin í virkseminum er.