Neytini enda sínar dagar í Hósvík

? Tað stóra arbeiðið er ikki at slakta neytini, men hinvegin at taka alt upp aftaná, stykkja kjøtið sundur og gera alt klárt at selja, sigur Adolf Johannesen, leiðari á slátruvirkinum MBM-Kjøt í Hósvík

Hvønn mánadag verða eini tíggju neyt ymsastaðni í landinum sett í tann serbygda bilin hjá Strandferðsluni, og kósin verður sett móti Hósvík.

Síðani 1. januar í 1997 hava fleiri og fleiri føroyskir bóndur vant seg við henda háttin at sleppa av við neytini. Alt stríðið við at slakta, partera og selja kjøtið sleppa teir nú undan. Ístaðin eru tað tríggir útlærdir slaktarar, sum við góðari útgerð og hølum gjørt til endamálið taka sær av øllum hesum.

? Vit hava avtalu við Strandferðsluna, at teir føra okkum neytini til Hósvíkar. Sjálvt um neytini koma langvegis, ella tey koma úr Hósvík, so er prísurin tann sami hjá bóndunum at flyta tey til sláturvirkið.

Miðalprísurin á neytunum liggum um 20 - 22 kr. pr. kg. Neytini verða bólkað og fáa so ein ávísan prís. Fyri ungneyt gevur MBM-Kjøt 22,50 kr. pr. kg. og fyri 1. floks mjólkineyt 20 kr. pr. kg.


Eftirspurningurin vaksandi

? Vit hava sett sum mál at slaktað eini 400 neyt í ár, men eg vænti ikki, vit koma uppá meir enn 350, sigur Adolf Johannesen, leiðari á MBM-Kjøt í Hósvík.

Í Føroyum verða umleið 600 neyt slaktað um árið, men Adolf heldur, at grundarlag óivað er at hava fleiri slaktineyt.

? Eftirspurningurin eftir føroyskum kjøti er vaksandi, og 15 neyt høvdu vit uttan trupulleika klárað at slaktað og selt hvørja viku.

? Vit selja fyrst og fremst til tær stóru heilsølurnar: Miklagarð, Keypsamtøkuna og Kjøthandilin í Klaksvík. Onkrar smærri fyritøkur keypa eisini frá okkum. Høvdu vit havt meir at bjóðað, høvdu vit eisini kunna selt tað.


Djóralæknakannað

Tá ið slaktineytini koma inn á MBM-Kjøt verða tey kannað av djóralæknanum bæði áðrenn og eftir, at tey eru slaktað. Hetta verður gjørt fyri at verja seg móti sjúkum.

Reinførið verður eisini sett sera høgt. Dagin eftir sjálva slaktingina, týsdag, verður tí nógv tíð nýtt at vaska og reingera amboðini og hølið, samstundis sum alt verður tikið upp. Eitt nú skulu vembur tømast og innmaturin takast upp. Hinir dagarnar verða mest nýttir at stykkja kjøtið sundur og gera tað klárt at selja.

? Tað stóra arbeiðið er ikki at slakta neytini, men hinvegin at taka alt upp aftaná, stykkja sundur og gera alt klárt at selja, sigur Adolf Johannesen.

So at siga alt kjøtið verður selt fekst. Tað vil siga, at fyrst liggur kjøtið tað neyðugu búningartíðina, sum er 14 dagar. Um ikki kjøtið hevði fingið hesa búningartíðina, hevði tað verið ov seikt. Alt verður vakumpakkað, áðrenn tað verður selt.

Hjørtuni og livrarnar verða eisini roynt at selja, men eftirspurningurin er lítil, og tí er prísurin eisini hareftir. Húðirnar verða hinvegin seldar til Týsklands, og tær hava givið hampuligan prís.


Matvørulógin

Sláturhús í Føroyum er nýtt, og tí gongur tað ikki væl beinavegin.

? Tað er soleiðis við einhvørjari nýggjari fyritøku, at tað krevur ein tíð at byggja seg upp. Tí hava vit heldur ikki roknað við yvirskoti hesi fyrstu árini, men tá ið nøkur ár eru farin skal hetta hvíla í sær sjálvum og gjarna eisini geva inntøku.

Adolf heldur eisini, at teir føroysku bøndurnir eiga at venja seg við, at eitt sláturhús kann gera uppgávuna hjá teimum nógv lættari.

? Eg skilji væl teir bóndinar, sum heldur vilja slaktað sjálvir, sum teir hava verið vanir við. Teir fáa kanska eisini nakrar krónur meir fyri kg., tá ið teir selja til privatkundarnar.

? Hetta er tó ikki lætt hjá teimum, nú matvørulógin krevur, at alt sum skal seljast sum mannaføði, skal slaktast á einum góðkendum staði.


Søluseyður eisini á sláturhús

Henda lógin er eisini galdandi fyri slakting av seyði, sum skal seljast. Umstøðurnar eru tó ikki í Føroyum enn at slaktað allan søluseyð á góðkendum staði, og tí hevur henda lógin heldur ikki verið handhevja. Adolf væntar tó, at meira verður gjørt við hetta í framtíðini.

? Eg veit, tað eru bóndur, sum ræðast hesa skipanina, og tað verður heldur ikki lætt at fáa lógina at virka.

? Við samarbeiði og góðum vilja ber tó til at fáa gjørt hetta á ein góðan hátt, so allir parta verða nøgdir, heldur hann.

Í Føroyum eru nógv, sum hava seyð, men sum kortini ikki eru bóndur og selja krov víðari til onnur. Øll tey, sum bara hava seyð til privata nýtslu, koma ikki undir hesa lógina. Tað eru bara tey, sum selja slaktaðan seyð, sum koma undir lógina. Ein bóndi kann tískil gott selja eitt livandi lamb, men um sama lamb varð slaktað, kann hann ikki selja tað víðari.


Nøkta ikki tørvin

Í fjør bjóðaðu teir seg fram á MBM-Kjøt at slakta seyð fyri bóndur, og nakrir tóku av tilboðnum. Sama verður aftur gjørt í heyst, og væntar Adolf, at fleiri bóndur fara at gera brúk av tilboðnum.

Á MBM-Kjøti tóku teir í fjør 150 kr. fyri hvønn seyð, sum varð slaktaður. MBM-Kjøt keypti tó nógv av tí leysa, høvdið og skinnið, og tí var tann rætti prísurin bara ein lítil partur av teimum150 krónum.

MBM-Kjøt hevur tó ikki umstøður at slakta allan seyðin í Føroyum.

? Trupulleikin er serliga, at seyður bara verður tikin í einum so stuttum tíðarskeiði um heystið. Her á MBM-Kjøti høvdu vit klárað at slaktað nakað av tí føroyska seyðinum, men ikki alt.

Adolf vísir eisini á, at sjálvt um tað eru yvir 60.000 seyðir í Føroyum, so er bara ein partur av hesum, sum verða slaktað og selt sum mannaføði. Men hann ivast kortini í, um MBM-Kjøt hevði klárað at nøkta tørvin at virka sum einasta sláturhús í landinum.