Neyvari hálkufráboðanir

Landsverk fer í framtíðini at kunna geva væl neyvari fráboðanir um hálku á vegunum, stendur at lesa á heimasíðuni hjá stovninum

Landsverk hevur fingið ein bil, sum kann gera sera neyvar mátingar av hitalagnum á føroysku vegunum. Tað kann gerast sera týðandi, tá boðast aksl frá koyrilíkindum, og ávarast skal um hálku á vegnum.
Á heimasíðuni hjá Landsverki verður sagt frá, at sovnurin hevur ein bil, sum fer at finna fram til, hvar kaldastu vegastrekkini í landinum eru. Hetta verður mált við framkomnari tøkniútgerð, sum skrásetir hitan á vegnum og sigur frá, hvar bilruin er staddur. Hetta kann so verða víst aftur á heimasíðuni hjá Landsverki, har fólk síðan kunnu fara at kanna koyrilíkindi, áðrenn tey fara frá húsum.
Nú verður tað ikki so, at hesin sonevndi ísbilurin fer at koyra runt alla tíðina og kanna koyrilíkindi, uttn so, t veðurstøðir verða settar upp, sum fara at máta hitalagið á vegbreytini og í luftini ymsastaðni í landinum.
Royndir eru gjørdar við hesum, og tær vísa úrslit, sum kanska kann gera onkran ovfarnan. Í hvussu er hava tær staðfest, at ikki er altíð farandi eftir hitanum, sum máldur verður í luftini.
Leingi hava vit vitað, at hóast tað kann hava verið rímiliga lýtt, er svartakálk á vegnum,og tað kann vera lívshættisligt at ferðast, tá soleiðis er.
Landsverk sigur á heimasíðuni, at í eini royndarmáting á Sundi herfyri, vísti hitamálarin, at hitin í luftini var seks hitastig. Men á vegbreytini var hitin 0 stig.