Neyvari hitapumputøl

Fyrst eitt sindur um COP-tøl.

COP-talið er tað ein fær burturúr hvørjum kilowatttíma, hitapumpan brúkar. Er COP-talið 3, fært tú tríggjar kilowatttímar út sum varma fyri hvønn keyptan kilowatttíma.
Runt roknað kann sigast at COP-talið er 3 fyri luft til vatn pumpur. Fýra fyri vatn til vatn og 5 fyri luft til luft.
Vit brúktu 2400 litrar av olju árliga til varma og heitt vatn. CO2 útlátið av tí var eini 6400 kg.
Við at skifta til luft til vatn pumpu skulu nýtast eini 6000 kilowatttímar árliga.
Um hvat loysir seg kann sigast, at tá oljuprísurin var upp í móti 6 kr fyri liturin, so loysti tað seg væl, í hvussu er áðrenn SEV hækkaði prísin.
Sjálvandi hevði verið sera fíggjarliga best at keypa eina lítla húsvindmyllu til at reka hitapumpuna. Men tað krevur, at SEV má vera basseng, tí hitapumpan krevur eini 7 til 10 kw fyri at koyra. Men sum er vil SEV ikki tað. Men hví? Í Skotlandi kunnu smáar vindmyllur setast til eina stikkkontakt, og sjálvandi kann el-málarin mala báðar vegir.

SEV
Streymurin, vit keypa frá SEV, er í meðal 55 prosent frá olju. Tað lutfallið er ætlanin at betra. Men tað røkka vit ikki við at turrleggja landið. Tað munar alt ov lítið, serliga á sumri. Herumframt má hvør útbygdur vatn-megawatttími eisini útbyggjast við olju á Sundi, um veitingartrygdin skal vera í lagi. Tí noyðast vit heldur at útbyggja sjóvarfalsmyllur og vind. Altjóða er nógv menning á veg.
Tá tú keypir 6000 kilowatttímar, so eru nú 3300 frá olju-eli. Her er nyttustigið eini 45 prosent, íroknað linjutap og fjarhitan í Havn.
SEV brúkar sostatt eini 630 kg av olju til hesar 3300 kilowatttímar.
Tað gevur eini 2000 kg útlát av CO2.
Í mun til oljufýringina er tað eini 31 prosent.