Setið heldur stór skelti upp, so vit síggja tilboðini. Ella enn betri: Droppið tilboðini og lækkið prísirnar og kappist so annars reiðiliga upp á prís, dygd og tænastu.
Tey tosa um skíggjaráð og fólkaheilsu og angist, strongd og depressiónir, og mistrivnað millum børn og ung og TIK-TOK heilar.
Menniskjuni: Sansaleyst starandi. Tóm eygnabrá við kølidiskin. Skrollandi í fartelefonina við kassan at finna nummarið til ja-takk lumpitilboðið, meðan bíðirøðin veksur.
Foreldur við høvdinum í einari app og kontaktsøkjandi pinkubørnum og forvitnum tríáragomlum.
Og eldri einsom, sum fara til handils vónandi at fáa eitt lítið prát og eitt smíl, men fáa hvørki kontakt ella tilboð, og kunnu eiheldur rinda kontant, skulu tey hava avsláttur.
Vit mugu seta okkum upp ímóti ørskapinum!
Teir skulu ikki eiga og stýra okkum við húð og hár, teir og teirra hentu tøknirisar.
Tað einasta vit ynskja er veruliga kapping, sum kemur okkum brúkarum til góðar.
Ordiligar vørur. Hampiligt úrval. Hjálpsom starvsfólk. At ein vaksin er til staðar.
Tey, sum skuldu vart okkum, Brúkaraumboðið og Kappingareftirlitið - er tað ómegd, lógloysi ella máttloysi, sum ger, at tey ONGANTÍÐ umboða okkum brúkarar, tá ið tey úttala seg í miðlunum? Men konstant burturforklára alt við mantraðinum um vantandi ella fría kapping.
Vit mangla framvegis eitt ordiligt BRÚKARARÁÐ og eitt knallhart, uppsøkjandi PRÍSEFTIRLIT.
Í 1990'unum høvdu vit BRÚKARASAMTAKIÐ við m.a. Hans Paula Strøm, sála, sum stigtakara.
Tí, kæru brúkarar: Nýtt BRÚKARAFELAG er í umbúnað.
Stovnandi aðalfundur verður í næstum.
Gleðið tykkum!!
V. Rigmor Restorff Dam










