Á ársins seinasta býráðsfundi, hin 2. desember 2025, samtykti Vága kommuna einmælt at brúka heimildina í nýggju løgtingslógini at leggja eitt árligt tænastugjald á tóm hús í kommununi.
- Lógarheimildin gevur kommununum møguleika at taka eitt gjald fyri felags kommunalar tænastur til hús, har eingin er skrásettur at búgva. Vit hava gjørt eina uppteljing av støðuni, og hon vísir, at umleið 70 hús standa tóm í kommununi.
Í Vága kommunu siga tey, at sambært útrokningum - við støði í lógini - verður ásetta gjaldið 8.000 krónur um árið fyri hvørt tómt hús.
Bjarni Prior, borgarstjóri, leggur dent á, at hetta er ein rættvís skipan, sum tryggjar, at eigarar av tómum húsum eisini gjalda fyri tær felags tænastur og undirstøðukervi, ið øll brúka - eisini, tá húsini ikki verða brúkt sum fastur bústaður.
- Hugsanin handan skipanina er eitt nú, at tóm hús skulu verða við til at fíggja felags tænastur, samstundis sum kommunan fær betri amboð at stýra nýtslu av húsum og framtíðar búseting.
Við samtyktini tekur Vága kommuna eitt stig móti einari meira javnari og burðardyggari umsiting av húsum í kommununi.
- Arbeiðið at fyrireika innkrevjingina fer í gongd beinanvegin, og tað er einmælt samtykt í býráðnum, at gjaldið verður 8.000 krónur um árið fyri hvørt tómt hús, siga tey í Vága kommunu í dag.










