Sølan av bilum vaksin 12,5 prosent

Higartil í ár eru seldir 181 fleiri bilar enn somu tíð í fjør

Higartil í ár eru skrásettir 12,48 prosent fleiri bilar enn sama tíðarskeið fjør. Higartil eru 1631 nýggir bilar skrásettir. Sama tíðarskeið í fjør var hetta talið 1450. Tað er ein munur upp á 181 akfør, sum svarar til 12,48 prosent.

Taka vit tølini í novembermánað, so vórðu seldir 123 bilar í november í ár í mun til 88 í november í fjør. Tað er ein munur upp á 35 ella 28,5 prosen

Persónbilarnir fyll altíð mest í hesum hagtølum. Higartil í ár eru seldir 1119 nýggir persónbilar í mun til 1016 sama tíðarskeið í fjør. Tað er ein munur upp á 103 bilar ella 10,14 prosent.

##med2##