- Tilmeldingin til ansing í summar er nú opin, og freistin at tekna seg til er fríggjadagin hin 22. mai.
Tað siga tey í Vestmanna kommunu í dag.
Víst verður á, at dagstovnarnir í Vestmanna eru stongdir frá viku 30-32.
- Tað er frá mánadegnum 20. juli, og opið verður aftur sum vant mánadagin hin 10. august.
Sagt verður, at skúlin og Kongskjallarin fara í summarfrí frá mánadegnum 22. juni og byrja aftur mikudagin hin 12. august.
- Í vikunum 26-29, sum er frá hósdegnum 18. juni til og við fríggjadagin 17. juli, verða fólk, sum hava brúk fyri ansing, biðin um at siga frá, nær barn/børn tykkara koma á stovn.
Lagt verður aftrat, at Kongskjallarin vanliga ikki er opin fyri skúlabørnum frá tí, at skúlin fer í summarfrí, men foreldur kunnu keypa pláss fyri 60 krónur um dagin.
- Gjaldið fyri avløgdu dagarnar skal rindast frammanundan, soleiðis at virksemið í summar kann verða lagt til rættis á bestan hátt, siga tey í Vestmanna í dag.
Fráboðanin hjá Vestmanna kommunu kann lesast á www.vestmanna.fo











